Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Leiguloft ella tak yvir høvdið?

2019-03-01 19:59

Loft ella tak? Soleiðis var heitið á analysuni, ið búskaparfrøðingarnir Milton Friedman og George J. Stigler góvu út í 1946. Endamálið var at lýsa trupulleikarnar við leigulofti.

Fyri nøkrum døgum síðani stóð at lesa á in.fo, at Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í bústaðarmálum, ætlar at innføra leiguloft á bústaðarmarknaðin, soleiðis at útleigarar ikki kunnu hava fult ræði á, hvat leigan fyri ein bústað kann vera.

Innan búskap er leiguloft (rent control á enskum) eitt hugtak, sum búskaparfrøðingar væl kenna til, og tað er breið semja millum búskaparfrøðingar, sum annars eru ósamdir um nógv annað. Millum annað skrivaði kendi búskaparfrøðingurin Paul Krugman um aldarskiftið í eini grein:

The analysis of rent control is among the best-understood issues in all of economics, and -- among economists, anyway -- one of the least controversial. In 1992 a poll of the American Economic Association found 93 percent of its members agreeing that ''a ceiling on rents reduces the quality and quantity of housing.

Sæð í tí ljósinum er tað óskiljandi at okkara fólkavaldu aftur fara at innføra skipanir, sum hava verið nýttar og eru í nýtslu kring allan heimin, men allastaðni við vánaligum úrslitum. Niðurstøðan er greið. Leiguloft skapar fleiri trupulleikar, enn tað loysir.

Sum ein klassiskur liberalur við sterkari trúgv uppá, at fríi marknaðurin roynist altíð best í longdini, má eg sjálvandi royna at vísa Eyðgunn á, at tað er ikki rætt at seta loft á prísin, tí tað ger, at færri fáa tak yvir høvdið.

Órógv í príssignali

Í fríum marknaði er prísur eitt signal; ein lætt tilgongiligur boðskapur til bæði keyparar og seljarar um útboð og eftirspurning. Tá ið minni verður keypt av einari vøru, hevur prísurin tendens til at falla; tá ið prísurin fer upp, so er tað eitt tekin um, at útboðið er minni. Samstundis kann verandi prísur tiltrekkja fleiri framleiðarar/veitarar at byrja uppá vinnu, har eftirspurningurin ikki er nøktaður. Í hesum førinum við leigulofti eru fleiri avleiðingar av, at tað er ásettur ein max.-prísur fyri ymiskar bústaðir. Eitt er at vit fáa eitt eyka bústaðartrot sum beinleiðis avleiðing av, at útboðið minkar, og at eftirspurningurin veksur, tí nú halda fleiri seg hava ráð til ein leigubústað. Millum annað nøkur av teimum, sum ikki hava ein stóran tørv her og nú, sosum ung sum búgva hjá foreldrum, støk og einkjur ella -menn, sum búgva hjá familju.

Virði er subjektivt

Virði er altíð subjektivt; tað er upp til altíð upp til einstaklingin, hvat hann metir, at virðið er. Vart tú í oyðimørkini og vart við at doyggja av tosta, so hevði tú nokk givið nógvar pengar fyri eina fløsku av vatni. Hinvegin, vart tú júst liðugur at drekka ein litur av vatni, hvat hevði tú givið fyri tað?

Hetta skal skal síggjast í mótsetning til marxistiska búskaparfrøði, har man heldur at prísurin á eini vøru eigur at vera samlaða mongdin av tí, tað kostar at framleiða vøruna (labour theory of value). Tað er kjarnin í marxistiska ástøðinum, og tað merkir at alt ástøðið dettur sundur, tí hendan fortreytin heldur ikki. Og hóast hetta ástøðið er væl og virðiliga mótprógvað, so eru tað framvegis nógv fólk, sum halda uppá tað.

Í hesum liggur, at tað er einstaklingurin, ið avger, hvat hann/hon vil geva fyri at leiga eina íbúð. Tað er ikki triðipartur, ið eigur at áseta prís, tí at triðipartur veit ikki veruligu preferensuna hjá øllum einstaklingum.

Prísrationering til eydnu-/framíhjárætt-rationering

Tá ið marknaðurin er fríur, verða leigubústaðirnir rationeraðir eftir prísi. Tá ið prísurin fer upp, verður betur rationera við plássi, bæði hjá útleigara og leigara. Leigararnir verða eggjaðir til ikki at leiga ov stóran bústað, tí prísurin økist. Útleigarar vera eggjaðir at útvega fleiri íbúðir. T.d í staðin fyri at leiga eini stór hús, so vera tey umgjørd til tvær íbúðir, eina á hvørjari hædd.

Við leigulofti byrjar útboðið at minka. Nú flyta vit yvir til eina skipan, ið verður baserað uppá eydnu. Man skal vera heldigur ella kenna onkran, sum fyritrekkir at hava teg sum leigara, fyri at fáa ein leigubústað.

Inntrivið hjá landinum fer at skapa meira trot í verandi bústaðartroti.

Útboðið minkar, tí at virðið minkar

Orsakað av leigulofti, bleiv ikki ein nýggjur bygningur gjørdur í Melbourne, Australia, í heili níggju ár eftir seinna veraldarbardaga. Í Egyptalandi varð leiguloft íverksett í 1960. Ein kvinna skrivar í 2006 soleiðis um hetta:

Endaúrslitið var at fólk góvust við at gera íløgur í íbúðarbygningar og stórt trot á leigubústøðum trýsti nógvar egyptarar til at búgva í ræðuligum umstøðum, har fleiri familjur máttu deila eina íbúð. Effektirnar av hørðum leigulofti er nakað sum enn vekir ring minni. Feilir sum hesir raka nógv ættarlið.

Leigarar halda longri uppá íbúðir enn neyðugt

Ein av óynsktu trupulleikunum við leigulofti er, at fólk halda longri uppá íbúðirnar enn neyðugt. Pør, hvørs børn eru vaksin og flutt heimanfrá, blíva við at halda uppá íbúðina, tí tey hava onga orsøk til at flyta til eina íbúð, ið er meira hóskandi til eitt eldri par. Tað verður ikki rationerað líka væl.

New York plagdi at vera sum aðrir býir, har leigarar kom og fóru við jøvnum streymi. Útleigarar kappaðust um at fáa útleigað tøkar íbúðir. Men í dag kundi slagorðið heldur verið: Tilflytarar nýtast ikki at søkja. Meðan tilflytarar vera tveittir í massum til vánaligu kvarterini við ólógligum húseindum, sleppur tann lokali ovari miðalklassin at gjalda bíliga leigu fyri at búgva í góðum økjum, ofta við stórum íbúðum, sum tey ikki hava tørv á, eftir at børnini eru flutt.

Útleigari ger minni viðlíkahald

Ein náttúrlig avleiðing av leigulofti er at útleigarin ger minni viðlíkahald av íbúðini, enn hann annars hevði gjørt. Orsøkin er tann at útleigari er nú ikki førur fyri at fáa somu inntøku av leigibústaðnum, sum hann annars hevði hugsað sær. Í New York er tað ikki óvanligt at útleigarar finna útav, at tað slett ikki loysir seg at leiga út og rýma vekk fyri at sleppa undan rættarligum avleiðingum av at lata órøktaðar bygningar forfalla.

Tá ið øll prógv eru ímóti leigulofti, hví so innføra tað?

Leiguloft er altíð ein politisk success. Politikkarir vita at tað altíð eru fleiri fólk í leiga enn tað eru útleigarir. Teir vita eisini tali av fólki sum ikki hevur skil fyri búskapi er nógv fleiri enn tey sum hava. Nýtslan av orðinum “okusprísur” leggur upp til, at útleigarar eru grammir og grískir.

Men hví skal tað vera grammleiki, tá ið onkur fortjenar sær pengarnar, men ikki grammleiki, tá ið landið tekur teir frá tær? Í einum fríum marknað fær útleigarin ikki ásett ein og hvønn prís, tí hann er í sama útboði, sum til allir aðrar leigarar.

Tey, sum stýra, kundu heldur spurt seg sjálvi, hví tey fyri einhvønn prís leiga og keypa fyri ørar upphæddir í miðstaðarøkinum. Tað er, sum um tey ikki hava peningalig áhugamál at røkta ella avmarkaðar ressursir at forvalta.

Keldur:

http://www.in.fo/news-detail/skulu-ikki-longur-sleppa-at-leiga-ut-fyri-okurspris/
https://en.wikipedia.org/wiki/Rent_regulation
https://www.nytimes.com/2000/06/07/opinion/reckonings-a-rent-affair.html https://en.wikipedia.org/wiki/Labor_theory_of_value
Thomas Sowell - Basic Economics 4th Ed, Chapter 3, Price Controls


14.03.2019 - Fólksins ogn

01.03.2019 - Leiguloft ella tak yvir høvdið?

23.02.2019 - Krossferðin ímóti kannabis

18.02.2019 - Meðan vit bíða eftir nývali

09.02.2019 - Frælsi frá kúgan

03.02.2019 - Frælsi frá at rinda kringvarpsgjald

30.01.2019 - Búskapur

19.12.2018 - Tjóðveldis-ravnarnir

08.12.2018 - Kleptoman-landskassi

27.11.2018 - “Tey ríku” og “tey fátæku”

26.11.2018 - Vitanartrupulleikin

11.11.2018 - Visiónin hjá teimun salvaðu