Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Leigan hjá Bústaðir hækkar 50%

2021-02-01 13:11

Útreiðslurnar hjá Bústaðir eru so høgar, at sleppur felagið ikki at lána, so verða teir insolventir

Læs skriv frá Bústaðir til Trivnaðarnevndina, um leigubústaðir, fríggjakvøldið og síðan eftikannaði eg í roknskapinum. Eg endaði við at lesa næstan alt og síðan setti eg upp í rokniark. Og tað sær øgiligt út.

Var eg landsstýrismaður, hevði eg koyrt nevndina í Bústaðir til hús fríggjakvøldið. Eg hevði ikki so mikið sum biðið um frágreiðing. Hetta er ábyrgdarleyst út um øll mørk. Stjóran hevði eg ikki koyrt til hús.

Var Bústaðir ein privat fyritøka, so hevði bankin helst havt skyldu til, at nokta teimum lán. Somuleiðis hevur hall verið so mikið nógv ár, at Bankin helst hevði havt skyldu til, at taka støðu til, um avsetast skal móti tapi.

Leigan hækkar 50% í nærmastu framtíð

Bústaðir sendir eina fíggjarætlan fyri leigu av einum bygningi, sum kostar 1,5 mió. Tað fyrsta vit síggja er, at veruligu rakstrartølini í Ársfrágreiðingini ikki samsvara við útrokningina. Veruligu útreiðslurnar hjá Bústaðir eru á leið 50% hægri enn grundarlagið teir brúka til at útrokna leigukostnaðin. Úrslitið er tí at leigukostnaðurin skal hækkast 50%. Annars verða Bústaðir insolvent.

Úrslitið áðrenn skatt er - 3.396.618

Avskrivingar ”mangla” -3.548.241

Leiga í grunn -1.713.254

Tilsamans -8.658.113

Og hetta er fyri at ársúrslitið skal verða NULL. Tá er ongin renting av teimum 600 millióninum í eginkapitali. (tað eru aðrar 12-18 mió)

Samla leiguinntøka var 17.124.410 Tí skal leigan hækkast 50,6% fyri at Bústaðir ikki skal hava reelt undirskot á rakstrinum.

Onkur leggur helst merki til at avskr. + renta sambært ætlan eru góðar 11 mió. So tað kann blíva enn verri. Eg brúkti 30 ár og 30% skrotvirði til at rokna avskrivingar, sum er tað sama sum í leiguni. Var reglan, at bygningar virðismetast sambært avlopinum og ikki kostprísi, eins og hjá privatum, so blíva ognirnar virðisleysar.

Grannskoðarin skrivar á síðu 27:

”Íbúðarognir verða avskrivaðar eftir annuitetshátti, samsvarandi innanhýsis fíggingarleisti hjá grunninum. Hetta er ikki samsvarandi ársroknskaparlógini.” citat enda.

Hetta er ikki ólógligt. Men tað ger, at fólk sum lesa roknskapir uppfata tølini øðrvísi enn tey eru. Um tað bleiv avskrivað eins og í ársroknskaparlógini, so broytti tað ársúrslitið.

Okkurt segði mær, at her stó ikki so væl til. Og so var.

Eg havi eisini skriva ein longri tekst til Trivnaðarnevndina, sum teir ætlandi fáa mánamorgun.

Eivind Jacobsen