Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Leiðslustøðan í føroyska Sjúkrahúsverkinum og á Landssjúkrahúsinum

2019-03-13 14:40
Heilsupolitikkur -
Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning um leiðslustøðuna í føroyska Sjúkrahúsverkinum og á Landssjúkrahúsinum. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn
Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

1. Hvørjar eru grundgevingarnar hjá forstjóranum í føroyska Sjúkraverkinum og á Landssjúkrahúsinum at siga upp?

2. Hvussu er ítøkiliga uppgávu-, ábyrgdar- og heimildarbýtið millum forstjóra og landsstýriskvinnuna/ aðalráðið?

3. Hvussu er ítøkiliga uppgávu-, ábyrgdar- og heimildarbýtið hjá leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum og á Landssjúkrahúsinum? 

4. Hvussu hevur nýggi leiðslubygnaðurin við forstjóra virka higartil, t.e. sett mál, samskifti, samstarv og loysnir?

5. Hvørjar ítøkiligar broytingar eru framdar og hvørji ítøkilig úrslit eru nádd síðan forstjórin tók við starvinum 2. januar 2018, í Sjúkrahúsverkinum og á Landssjúkrahúsinum?

6. Hvør er orsøkin til, at játtanir ikki halda á Landssjúkrahúsinum og hví koma fráboðanir um týðandi frávik ikki í góðari tíð ella leypandi?

7. Tað, at játtanirnar ikki halda á Landssjúkrahúsinum, er talan um undirfígging og/ ella um vánaliga búskaparstýring?

8. Hvørjar ætlanir eru um at styrkja og menna búskaparleiðslu og stýring í Sjúkrahúsverkinum og á Landssjúkrahúsinum? 

9. Hví setur forstjórin ikki øll starvsfólk í starv og loysir tey úr starvi?

10. Hví verður ikki sett eitt professionelt stýrið ella professionell nevnd millum landsstýriskvinnuna/ aðalráðið og Sjúkrahúsverkið?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, at Landssjúkrahúsið, og nú eisini føroyska sjúkrahúsverkið, liggur enn einaferð í leiðsluloysi - hesaferð er tað forstjórin, sum eftir bara 14 mánaðum í starvinum hevur sagt upp. Grundgevingar hansara í fjølmiðlunum eru, at samskiftið við aðalráðið er vánaligt, umframt at ráðið vísir honum vantandi álit við m.a. at tosa niður til hann. Nakað við vánaligari leiðslumentan í Heilsu- og innlendismálaráðnum.

Hetta er ein álvarslig støða, serliga tí, at kontinuiteturin í strategiska leiðsluarbeiðinum konstant verður brotin og byrjast skal av nýggjum nú eftir hondini hvørt ár ella annaðhvørt ár. Harafturat gongur hesin leiðsluligi óstabilitetur út yvir búskaparleiðslu og stýring á Landssjúkrahúsinum, og harvið framleiðsluna ella sjúkraviðgerðirnar.

Við hesum framhaldandi leiðsluliga kaos, er greitt, at nakað heilt galið er við verandi leiðslubygnaði, bæði í Sjúkrahúsverkinum og á Landssjúkrahúsinum.

Forstjórin hevur als ikki tær heimildir, sum skulu fylgja við teimum uppgávum og ábyrgd, sum áløgd er honum, eitt nú setir hann ikki sjálvur stjórar á teimum smærru sjúkrahúsunum og heldur ikki læknastjóra o.a. Hetta er við til at bypassa hann sum evsta leiðara og undirgravar hansara slagdygd.

At enda sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at verandi leiðslubygnaður byggir eisini á eina avoldaða leiðslumentan og elvir til beinleiðis politiska íblanding og valdskampar innanhýsis, bæði í Sjúkrahúsverkinum og á Landssjúkrahúsinum - skipanir, sum flest allar almennar tænastuveitandi organisatiónir eru farnar frá fyri nógvum ár síðan og sum byggir á misálit á evstu leiðsluna.

Tað, sum hendir í veruleikanum er, at landsstýriskvinnan nú virkar sum forstjóri í føroyska Sjúkrahúsverkinum.

Tíðin er komin til at fremja grundleggjandi broytingar í leiðslubygnaðinum í Sjúkrahúsverkinum. Verður hetta ikki gjørt verður ómøguligt at menna føroyska Sjúkrahúsverkið, og tað er politiskt eitt álvarsligt mál. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Sambandsflokkurin

RN