Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Leave them Kids Alone

2019-03-20 20:24

- Børn hava rætt til og brúk fyri sjálvi at skapa alliansur, at navigera seg fram ímoti teimum, tey halda, tey mest hava hug til og brúk fyri at vera saman við. So lat tey!

Vaksnamanna-projektið, ið er vinarbólkar, er eitt, úr enda í annan, sosialt, kunsturligt uppfinnilsi.

Tað er ikki tí, at børn ikki dáma børn. Næmingar næmingar. Eiheldur er tað so, at børn dáma ella ikki dáma vinar- ella spælibólkar í sjálvum sær—bæði heiti eins lítilsvirðandi og annað.

Men tað, børn ikki dáma, er at vit vaksnu aftur nú, aftur her, enn einaferð!, gera eina tilvitaða roynd at seta seg á teirra gerandisdag, teirra lív. Minutiøs stýring grundað á ótta og grundleggjandi misálit, tað er, hvat hetta er.

Børn fáa ikki frið longur. Tey fáa ikki frið fyri tykkum, serliga tykkum, goggandi mikromammum, sum partú skulu koma við enn eini sosialt konstrueraðari atgerð, ið faktiskt noyðir børn at tilpassa seg ávís hugtøk, PC-desainaðar lívsstílsáskoðanir, bert tit halda vera umráðandi.

Tey, børnini, vilja bara fáa frið. Sum er, ganga tey í skúla. (Tað er neyðugt—sosial fyriskipan ella ei.) Tey ganga til hondbólt í Hoyvíkshøllini, til skótar við Havnará, ríðing og tónleik. Alt gott við tí. Super, enntá. Í mun til skúlagongd er her talan um frítíðarvirksemi. Tí frívilligt. Og tí er konstruktiónin ikki meiri følsk enn at tú, til einhvørja tíð, kann melda teg úr virkseminum. Óansæð, har er so ikki nakar vinarbólkur ella spælibólkur hjá H71 ella gulu skótunum. “Tað endar, tá tað endar”...

Frítíðarvirksemi ella ei: eftir skúlatíð er teirra tíð. Eftir skúlatíð er skúlafrí. So lat eisini hana vera teirra tíð. Børn hava rætt til og brúk fyri sjálvi at skapa alliansur, at navigera seg fram ímoti teimum, tey halda, tey mest hava hug til og brúk fyri at vera saman við. Lat tey!

Endamálið við vinarbólkum er, siga upphavsfólkini, “at fáa børnini at upptraðka á einum øðrvísi palli; at fáa tey at verða meiri rúmlig.” Hmmm, og eg sum helt, at børn vóru ríkiliga rúmlig, sum er. Og at enn ein... pallur skal fáa børn at verða meiri “rúmlig” tykist mær, í besta føri, barnsliga søkt. Nei, heldur snýr tað seg hjá hesum ráðaríku vaksnu, foreldrum og SSP-dirigeraðum lærarum, at liva seg ígjøgnum okkara børn og fáa tey at vera... rúmlig—soleiðis sum tey vaksnu vilja hava, børnini skulu vera tað.

Eg kann heilsa hesum grópandi barnastýrarum, at ein góður flokslærari vil altíð, við sniðfundigum og kraftamiklum arbeiði, við kontinuerligt at arbeiða í tí smáa, við ógvusligum nærlagni frá fyrsta skúlaminutti, og hartil ávirkanarríkum foreldrasamstarvi, at fáa ein vælvirkandi flokk. Sosialt samansjóðaður uttan systematiska arging ella happing.

Snøgt sagt: gert tú títt arbeiði, ert tú hugaður, fyrireikaður, innlivandi og umhugsunarsamur, kemur happing at kalla ikki fyri—um tað nú skuldi verið eitthvørt magiskt loysunarorð fyri introduktiónini av hesum ófrælsa hugtaki, ið er vinarbólkar. Hvat tað, forrestin, ikki er.

Ein vælvirkandi flokkur er ikki ein flokkur, har allir næmingar eru bestu vinir ella virða hvønnannan, men ein serskiltur felagsskapur, har næmingarnir góðtaka hvønnannan, eru siðiligir og samstarvsfúsir opnir fyri at læra.

Um eisini vinir, um eisini fullvegis virðing sínámillum... super!, men virðilig vinarsambond millum børn er nakað, børn sjálvi skulu finna útav. Nakað, børn sjálvi skapa; um annars, væl at merkja, geva teimum álit. Veruligt álit.

Vitonnur, tey vaksnu, skulu bert síggja til, at tey børn, vit hava evstu ábyrgd og umsiting av, vísa vanliga ‘anstendigheit’ mótvegis hvørjumøðrum, innan og uttan skúlahøpi. Okkurt, hann náði okkum, mugu tey sjálvi sleppa at finna útav--hesi stakkala innilæstu og stýrdu børn. Tað er soleiðis, børn menna seg og sítt intellektuella eg. Og tað er soleiðis, at tey fara frá bundni og null vitan um seg sjálvi, frá postalínsfigurum, til óveik og sjálvstýrandi individ við vaksandi áhuga fyri umheiminum.

So, vælsignaðu tit, Leave them Kids Alone (!)