Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

“Torshavnar Kommuna virkin og vakin!”

“Torshavnar Kommuna virkin og vakin!”

stendur á kommunubygninginum í Steinatuni. Jú, Steinatún er vorðið sera snøgt, nýmótans og nýtiligt.

MEN sigast má, at reyða bussskýlið, sum herfyri varð sett upp, misprýðir í alstóran mun. Tað hóskar ikki her, og harumframt vendir ta skeivt, t.e. móti vestri, sum er ringasta ætt. Tað er avgjørt ein misskiljing at seta eitt skýli upp her. Eitt hugskot var heldur at seta tað upp á Hoyvíksvegnum yvir av heilsøluni hjá Poul Michelsen. Har hevði tað gjørt gagn, tí har er tørvur á tí.

Við Steinatúnshúsinum hevur Tórshavnar Kommuna fingið eina sera snøgga og stórsligna høll, og vit fegnaðust øll, tí her skuldi eisini vera bíðisalur hjá teimum, sum koyra buss. Endiliga fingu vit okkurt!

Og so væntaðu vit sjálvsagt, at soleiðis fór eisini at vera í framtíðini, tí vit, sum koyra buss í øllum veðri, hava tørv á einum bíðisali. – Men brádliga varð stongt, og ikki slapst inn aftan á kl. 18! Hvat er orsøkin til tess? Vit eru mong, sum undrast stórliga um hesa avgerð. Eingin hevur fingið nakra frágreiðing, men hurðarnar eru læstar eftir kl. 18, og vit mugu standa uttanfyri sama hvussu veðrið er.

Tí spyrja vit: Er kommunan virkin og vakin eisini fyri sínar medborgarar?

Vegna tey, sum koyra við bussinum hvønn dag

Bozena Rasmussen