Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

“Tey ríku” og “tey fátæku”

2018-11-27 19:25
Ein av teimum mest nýttu uppbýtunum hjá politikarum, sum vilja hava popularitet, er býtið í “tey ríku” og “tey fátæku”. Hetta er ósamanhangandi og ger, at flest vanlig fólk hava onga hóming av, hvør veruliga myndin er. Tað minsta, politikarar kunnu gera fyri at halda fokus uppá at betra um møguleikarnar hjá teimum, sum veruliga liva í fátækradømi, er at vera erligir um tølini.

Her eru nógv bílig stig hjá politikarum at skora. Serliga hjá Javnaðarflokkinum er hetta ein sergrein. Øll kenna herrópini “Tey ríku gerast ríkari og tey fátæku gerast fátækari”, og tað er tann sami retorikkurin, sum hevur verið koyrdur í nógv áratíggju.

Um tað var nakað um snakkið hjá Javnaðarflokkinum, so skuldu livistøðið og fátækradømið verið verri enn nakrantíð.

Veruleikin í dag er, at livistøðið og atgongdin til vørur og tænastur hjá teimum, sum hava minst í samfelagnum, hava ongantíð verið so góð sum nú. Samanbera vit tey fátæku í dag við tey ríku fyri 50 árum síðani, so finna vit ein himmalvíðan mun í livistøði. Tey flestu taka fyri givið í dag at hava sentralvarma, sanitet, el, hátøkni, internet, atgongd til sjúkrahús, eitt risaútboð av vørum, eitt nú mati o.s.fr.

So bara við tí, sum vit sjálvi kunnu eygleiða og lesa í søgubókum, ber til at staðfesta, at livistøðið er hækkað munandi.

Stúranin fyri inntøkumuni verður oftani bygd uppá, at ríkidømið hjá teimum ríku stavar frá fátækradøminum hjá teimun fátæku. Hetta er bert ein annar máti at fáa fólk at trúgva uppá nullupphæddarspæl (har ein bara kann fáa tað, ið onkur annar missir).

Tá í vit hugsa um rík, so hugsar man um fólk sum hava savnað sær nógv ríkidømi yvir tíð. Men tá ið politikarar tosa um rík, so meina teir ikki við hvussu nógv ríkidømi fólk hava forvunnið sær gjøgnum lívið, men miðalinntøkurnar hjá fólkinum fyri eitt ávíst ár.

Somuleiðis verða “tey fátæku” greinað og allýst eftir, hvussu nógv tey hava forvunnið eitt ávíst ár.

Men inntøka og ríkidømi er hvør sítt.

Harumframt eru tað fleiri bólkar av fólkum, sum eingin heldur vera fátæk, men tey telja ofta við í hagtølum. Tað eru m.a.:

  • Kvinnur ella menn, har hin parturin er vælhavandi
  • Rík fólk, sum spekulera ella investera, hvørs virksemi hevur eitt vánaligt ár og missa møguliga pengar í eitt tíðarskeið.
  • Fólk, sum eru liðug í skúlanum mitt í árinum frá t.d. student, universiteti el.líkn.
  • Íverksetar og aðrir einstaklinga,r sum byrja at byggja sítt virksemi upp, men enn ikki hava nokk av kundum til at fáa goldið nokk av løn
  • Ungfólk, ið búgva heima hjá foreldum, ella búgva aðrastaðni, men foreldrini rinda íbúðina/húsini, meðan tey sjálvi bara partvís arbeiða ella gera ólønt arbeiði.
  • Pensjónistar, sum hava goldið út síni egnu hús og ikki hava tørv á nógvari inntøku. Fleiri pensjónistar eiga ofta fleiri virðir enn tey yngru.
Tey flestu eru ikki rík ella fátæk alt lívið.

Hagtøl skyna ikki ímillum hvør hevur lága inntøku nú og hvør er veruliga fátækur, hvørs livistøði er lágt í nógv ár ella kanska alt lívið.

Soleiðis er eisini við teimum, sum eru í topp 10- ella 20 prosent-inntøkubólkinum. Fá hoyra til tann ovasta inntøkubólkin alt teirra lív; tey flestu bert eitt tíðarskeið.

Flestu hagtøl geva bert eina løtumynd, men verður hugt eftir einstaklingum yvir eitt longri tíðarskeið, so er myndin ein heilt onnur.

Tey flestu av okkum flyta okkum gjøgnum fleiri inntøkubólkar gjøgnum lívið. Tá ið man er ungur er inntøkan á byrjanarstøði. Man er júst komin á arbeiðismarknaðin, kanska júst liðugur við skúlan. Tey flestu fáa fleiri royndir og koma síðani at fáa hægru inntøku seinni í lívinum. Og tá ið tey fara frá vegna aldur, fer inntøkan niður aftur.

Hetta er natúrligt fyri ein stóran part av fólkinum, at tey ferðast millum fleiri inntøkubólkar gjøgnum lívið. Tey flestu eru hvørki “rík” ella “fátæk” alt lívið.

Tú kanst hugsa tær nøkur dømi sjálv/ur - hvør var tín inntøka í tjúgunum, tretivunum, fjørutunum, hálvtrýssunum, trýssunum og hálvfjerðsunum? Hvussu við ymiskum fólkum, tú kennir?

Kjakið í Føroyum nú um dagarnar snýr seg um, at andstøðan sigur at ójavnin í føroyum er vaksin, meðan samgongan sigur, at Føroyar er í dag eitt javnari samfelag. Bæði grunda seg á tøl frá Hagstovuni. Journalistar og politikkarir slongja um seg niðurstøðum sum passa til teirra sjónarmið. Minst til at hagtøl eru løtumyndir og vit skulu vera varin við at brúka tær sum niðurstøður, tí sum vit hava víst á her: Nærri greinan er týdningarmikil.

Keldur