Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

“Kundi ikki skitið meir á tað”

2020-08-25 07:18

Tíverri er felagið ov fjart frá tær – vildi ynskt at felagið gjørdi meiri við at røkja sambandið við teg.

Vel aktivt fólk - sum torur.
Tað hevur so avgjørt verið brúk fyri at vera á varðhaldi, hesi 10 árini eg havi verið virkin í Umboðsráðnum.

Eg havi gjørt vart við skeivleikar og lagt fram fleiri mál fyri umboðsráðið, ið eg haldi hava havt týdning.

Tá svar ikki fæst uppá spurningar, brúki eg nógva tíð at gera kanningar, fyri so at leggja hesar fyri umboðsráðið.

Vit eru so farin úr feløgum, sum bara hava drena samtakið fyri pening.

Onkur nevndarformaður veik sætið og annar valdi at trekkja seg heilt – tí hesir ikki hildu seg til spælireglurnar.

Eru mál, sum eg haldi hava almennan áhuga, geri eg vart við hesi í miðlunum, alt grundað á alment atkomuliga vitan, tí einki má berast út alment frá umboðsráðnum.

At tú soleiðis fær høvið at gera tær tína hugsan um hesi evni – fáa summi tíverri ilt í reyvina av.

Tað eru ikki hissini høgg eg má leggja rygg til.

Nú standi eg so aftur fyri vali.

Hvat ger tú so við tína atkvøðu í september ?
Tað verður val til Umboðsráðið í Ognarfelagið Tryggingartakaranna (Betri-Trygging) nú í september.

Tú fær helst fleiri áheitanir frá valevnum, um at velja seg – minst tá til at spyrja,

  • “Hví skal skal eg velja júst teg ?”
  • “Hvat stendur tú fyri ?”

Eg standi sjálvur fyri vali, og heiti á teg, at atkvøða meg inn í umboðsráðið, so eg kann halda fram sum konstruktivur vaktari.

Tað er veruliga brúk fólki, ið eru á varðhaldi.

“Eg kundi ikki skitið meiri á tað” - siga fleiri.

Tíverri er felagið ov fjart frá tær, sum eigara, av hesum kemur helst hugburðurin “Eg kundi ikki skitið meiri á tað” – vildi ynskt at felagið gjørdi meiri við at røkja sambandið við teg.

Tú er hóast alt parteigari í einum stórum leikara á fíggjarheiminum, sum er týdningarmikil fyri allar Føroyar.

Tað er ikki líka mikið, hvussu feløgini verða skipað – tú kann ávirka við at atkvøða.

– gott í teg, ger tína ávirkan galdandi.

Vel fólk inn, ið hava dirvið og viljan til at siga frá.

Umframt at vera á varðhaldi, vil eg t.d. framhaldandi virka fyri :

  • At kappingin kemur tær til góðar (kapping um prís og tænastur).
  • At virksemið kemur føroyska samfelagnum tilgóðar (vit virka í Føroyum).
  • At tú verður betri kunnaður um tað, felagið hjá tær tekst við.
  • At ognir ikki verða “lirkaðar” úr hondunum á tryggingartakarunum (tær og mær).
  • At samtakið er skipað trygt og avmarkar møguleikan fyri nepotismu.
  • At vit vísa virðing fyri kundum og starvsfólkum.
  • At ognir verða væl umsitnar við virðing fyri tryggingartakarunum (tær sum eigara).
  • At samtakið ikki er í óneyðugari kapping við smærri íleggjarar.
  • At vit javnan máta og dagføra dugnaskap okkara (Benchmarking).

Andrass Skaalum