Eg eiti Hervør Pálsdóttir, eg eri 23 ára gomul, og eg stilli upp til løgtingsvalið fyri Tjóðveldi.

Eg brenni fyri teimum grønu, samhaldsfestu og frælsu Føroyum.

“Hvar eru foreldur hennara?”

2019-09-25 12:37
Mánadagin 23. september helt Greta Thunberg eina rørandi og kensluborna røðu á veðurlagsfundi í ST.

Í staðin fyri at taka boðskapin til sín, hava veðurlagsavnoktarar og onnur “vaksin” fólk brúkt meira enn eitt samdøgur uppá at viðmerkja aldurin, kynið, sálarheilsuna, hárið, dialektina, kenslurnar hjá henni og you name it. Ein svørt mynd er málað um hana - um at eitt barn er “sett” á odda í veðurlagsrørsluni um allan heimin.

“Stakkals genta! Hvar eru foreldrini og tey vaksnu?”

Ja, eg spyrji so við. Hvar eru tey vaksnu í øllum hesum? Nær fara heimsleiðarar, politikarar, vinnulívsfólk og onnur vaksin at taka veðurlagsbroytingarnar í álvara, so at byrðan á herðunum á Gretu Thunberg og milliónunum av ungum um allan heimin lætnar?

Satt at siga var tað ótrúligt at lesa, hvussu niðrandi og ljótt vaksin fólk um allan heimin tosa um eina unga kvinnu. Tú freistast næstan at spyrja, um tey ikki eru betur uppald enn so.

Í umleið eitt ár hava ung um allan heimin verið í veðurlagsverkfalli hvønn fríggjadag, fyri at politiska skipanin og “tey vaksnu” skulu taka veðurlagsbroytingarnar í álvara. Tey hava fingið at vita, at tey eru “framtíðin”, “inspirerandi” og “ganga á odda”.
Nú er tíðin komin, at tey vaksnu ganga á odda og taka mannskaptu veðurlagsbroytingarnar í álvara!

Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna