Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

“Give and take”

2019-09-13 19:57
Sambandsflokkurin - 

Fleiri vilja vera við, at Sambandsflokkurin hevur spælt síni kort vánaligt, hóast flokkurin fekk løgmann, landsstýrismannin í vinnu-, orku-, innlendis- og umhvørvismálum og landsstýrismannin í heilsumálum, sum er eitt av okkara hjartamálum.

Vit hava eisini sett okkara kláru fingramerki á fiskivinnupolitikkin, sum er niðurfeldur í smálutir í samgonguskjalinum. 

Fyri fýra árum síðani sat Javnaðarflokkurin í einari lyklastøðu. Teir fingu hvørki fiskivinnumál ella fíggjarmál. Tað lótu tey upp í hendurnar á Tjóðveldinum. Heilsu- og innlendismál blivu smekkaði saman og somuleiðis latið Tjóðveldinum, og Tjóðveldi fekk eisini løgtingsformannin. Lítli flokkurin, Framsókn, fekk uttanríkis- og vinnumál. 

Hatta vísir bara, at tað í politikki er “give and take”, og at tingini ikki altíð eru so einføld, sum tey síggja út.

Kaj Leo Holm Johannesen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin