Kristina Clementsen, 19 ár, skrivari hjá Unga Tjóðveldinum og løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi.

Latið okkum sprota ókeypis!

2015-01-14 22:59

1. januar 2015 fór Sprotin at kosta hjá øllum, eisini hjá skúlanæmingum. Sprotin hevur veitt eina ókeypis tænastu í fleiri ár,  men nú verður tað hildið, at tað er ov dýrt at veita skúlanæmingum ókeypis orðabøkur á netinum. Við hesum sagt eru tað fleiri, ið ivast í, hví tænastan brádliga varð tikin frá okkum.

Tær 13 frálíku teldutøku orðabøkurnar hjá Sprotanum hava verið góðar hjá nógvum, og helst skúlanæmingum. Sprotin hevur verið við, at styrkt um menningina av føroyska málinum, og givið fólkinum møguleika at læra seg fremmand mál ígjøgnum føroyska málið.  Nú hevur Mentamálaráðið givið kommununum ábyrgdina at veita tænastuna til fólka- og miðnámskúlanæmingar. Men hetta er gjørt uttan nakra semju ella ætlan um framhaldandi at veita næmingum orðabøkurnar ókeypis, og tað er heilt burturvið! 

Tað átti, at verið eitt áhugamál hjá Mentamálaráðnum, at varðveitt ókeypis orðabøkur. Nú hava tey tikið orðabøkurnar frá okkum, og siga, at tey ikki hava ráð at gjalda. Mentamálaráðið vil vera við, at miðnámsskúlanæmingar og hægri lesandi enn kunnu nýta Sprotan ókeypis, men hetta er ikki veruleikin. Vit hava møguleika at nýta orðabøkurnar í skúlanum, men longri sleppa vit ikki. Tá vit koma heim, og tað liggja fimm málsligar innlatingar, ið bíða eftir at verða gjørdar, so er tað eingin, ið veitir okkum orðabøkur.

Ungdómurin ynskir, at Sprotin gerst ókeypis aftur! Vit vilja “sprota” tey orðini, ið vit ikki kenna til. Tað gevur okkum betri møguleika at gera okkara uppgávur á einum hægri støðið. Júst tað átti at verið eitt áhugamál hjá Mentamálaráðnum, tí tað er Mentamálaráðið, ið hevur evstu ábyrgd av dygdini í undirvísingini.

Hetta var orsøkin til mótmæli í Studentaskúlanum í Hoydølum í dag. Tá ungdómurin fer at rópa um orðabøkur, tá er tíð hjá teimum, ið hava ábyrgd, at lurta eftir! 

Við ónøgdari studentakvøðu,
Kristina Clementsen
Limur í Samstarvsnevndini hjá Studentaskúlanum í Hoydølum og løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi