Latið okkum í Vági føra skilagóðan fíggjarpolitik

2020-10-07 12:18

Nú kommunavalið nærkast fyri hvønn dag, so er tað ikki smávegis við lyftum um ymiskt, sum valevnini lova, at kommunan skal fara undir í komandi valskeiði. Lyftini flúgva um oyruna á fólki, og ivaleyst geva fá sær gætur um, hvat alt hetta fer at kosta, og hvar tað kemur at merkja fyri kommunuskattin í Vági í mong Harrans ár. Nýggjasta dømi um óverðulig vallyftir og sum fara at skuldarbinda vágbingar, fleiri ár inn í framtíðina, kemur frá Tjóðveldinum í Vági.

Lat okkum nú steðga eitt lítið sindur á. Okur hava eitt tað best útbygda eldraøkið í landinum. Okur eru væl fyri, tá tað snýr seg um ítróttarøkið, barnagarðsøkið, og skúlin í býnum er nútímansgjørdur og í góðum standi. 

Sjálvandi hevði tað verið gleðiligt, um okur bara kundu hildið áfram við at útbygt býin á so mongum økjum, men okur eiga at hugsa um, at alt hetta fer at kosta pengar, og tað nógvar. Í seinasta enda merkir tað, at kommunuskatturin í Vági framvegis verður ein tann hægsti í landinum í mong ár frameftir.

Nógv er gjørt hesu seinastu árini og tað er at gleðast um. Tjóðveldi í Vági, kom nú í vikuni við einari valskrá sum kostar fleiri 100 milliónir, uttan at víssa veljaran um, hvussu alt skal fíggjast. Sjálvandi skulu okur hava nøkur politisk mál, men skil má vera í lyftinum til veljaran. Tí veljarin er ikki býttur. 

Hinvegin við tí útbygging, sum hendan samgongan í býráðnum og næstseinasta samgonga framdu, so er býurin væl fyri á teimum á mest týdningarmiklu økjunum. Vágur er vælútbygt, tá tað kemur til eldraøkið, barnaøkið og skúlaøkið. Hetta er tað, sum hevur allarstørsta týdning fyri trivnaðin hjá vanliga fólkinum her í býnum. Eg sigi ikki, at alt annað skal bíða, men nógv tolir at bíða eina tíð. 

Kommunuskatturin er proportionalur, sum tað so fínt eitur. Hetta merkir, at øll gjalda sama prosent av inntøkuni omanfyri botnfrádráttin. Hetta merkir so aftur, at serliga pensjonistar og fólk við lægri inntøkum gjalda munandi meira í kommunuskatt, enn tey gera í landsskatti. 

Hyggja okur eftir okkara skattaprosenti, so liggja okur heilt ovarliga í landinum við 21.65 %. Tí haldi eg, at tíðin er komin, at okur í Vági steðga eitt sindur á við nýggjum kostnaðarmiklum útbyggingum, sum tola at bíða, og so heldur arbeiða við at fáa lækka kommunuskattaprosentið og gjalda skuldina enn meira niður. Ein lækking uppá bara 1 % vil eisini gera mun hjá serliga teimum lágu inntøkunum. Hinvegin er raksturin hjá Vágs kommunu, einar 58 milliónur, har nakað er felags við hinar bygdirnar í oynni. Virksemi er eisini økt, men okur mugu vera varin.

Okur eru farin uppum eina álíkning, av yvirtøkum av Pál´s høll og Marghøllini. Lán kunnu okur ikki taka, uttan loyvið frá Fíggjarmálaráðnum. So mugu okur hyggja at samasetingini av fólkum sum búgva her. Havandi í huga, at nógv eldri búgva í Vági og at okur hava eina sera lága miðalinntøku ímun til restina av landinum. So ting sum skulu fremjast, mugu vera innan núverandi fíggjarkarmar og við skili og við vón um meir inntøkum til Vágs kommunu.

Eg havi eisini sjálvur nøkur politisk mál sjálvsagt, men við fíggjarligum skili, har serliga útbygging av barnagarðinum, ábøtur til ungdómshúsið og dagføring av spæliplássið í miðbýnum osfr. Men alt við fígggjarligum skili og innan fyri verandi fíggjarkarmar og um tað krevst, so við einari langtíðarætlan. 

Eg veit væl, at tað er stuttligari at lova nýtt og nýggjar útbyggingar, men eg haldi nú álikavæl, at løtan er tann rætta, at okur heldur geva vágbingum eitt andarhald, sum tey so harðliga treingja til og nýta alt tað góða sum er framt í verki, hesu seinastu árini.

Eg vóni so inniliga, at okur aftur fáa eitt býráð í Vági, sum fer at seta menniskjuni í býnum í hásætið. Tað eru tey, sum eiga lívið í býnum. Latið okkum tí unna teimum eitt andarhald.

Levi Mørk, býráðslimur og valevni hjá Javnaðarflokkinum í Vági