Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Høgni Mohr

Latið mammu løgmann fáa frið

2015-01-05 04:32

»So var mamma løgmann drigin upp í tíðindaflutningin - tað var ikki gott,«

Hetta skrivar Øssur Winthereig, fyrrverandi journalistur. Higartil havi fólk sæð Øssur Winthereig, Ólav í Beiti og Bjarna Djurholm draga nevndu konu upp í almenna tíðindaflutningin.

Viðmerkingarnar koma eftir eitt sjónvarpsinnslag, sum snúði seg um, hvat fólk hildu um nýggjársrøðu løgmans. Ein teirra tilvildarliga spurdu var kvinna, sum er mamma løgmann, og sum var stødd á einum røktarheimi. Hon sat har millum øll hini fólkini. Um hon búði har ella var og vitjaði, tað veit undirritaði ikki.

Í sínum viðmerkingum vísir Øssur á leiðregluna um góðan fjølmiðlasið. Hann, Øssur, minnir okkum øll á, at ein skal m.a. vera høviskur. Tað erjournalisturin eftir førimuni. Síðan peikar Øssur á, at tað ræður um at verja fólk, sum syrgja ella eru skelkað, óvitandi ella tápulig. Men mamma løgmann var at síggja til hvørki kedd ella uppreitt. Hon tóktist heldur ikki ókunnug ella uttan metingarevni. Hon var og erein kona, sum eisini er mamma løgmann. Og mamma løgmann fekk ein spurning, sum hon svaraði neutralt við einum brosi. Tað var tað.

Eg haldi, at eingin umbering er neyðug uttan ein frá Øssuri Winthereig. Eftir mínum tykki brúkar Øssur mammu løgmann sum jarnbrot í eini huldari herðferð. Hví, Øssur? Hvat er tað, sum ger, at tú ert so illur við kringvarpið. Sig tað nú.

Ávaringarlampur eiga at blaktra, sum Øssur sigur, tá ið man fer inn á eitt røktarheim. Nei. Tey fólkini, sum til eina og hvørja tíð eru har, eiga at verða vird og viðfarin júst sum øll onnur fólk í samfelagnum. Og tað vórðu tey. Tað tilkemur ikki Øssuri Winthereig at ómynduggera, sensurera ella útihýsa onnur enn seg sjálvan.

Tað var greitt í innslagnum, at eldri borgarar róstu løgmanni mest. Tað bleiv eisini sagt í formælinum til innslagið. Tí er eisini taðskeivt, sum Øssur skrivar; at henda staðfesting var »rein misnýtsla« av júst hesum slagnum av sjónvarpsinnsløgum. At samanbera okkara niðurstøðu í formælinum við, at fólk »sum sita niðri« halda mest um løgmann, er óskiljandi tos og má standa fyri rokning Øssurs.

Øssur Winthereig var ikki á staðnum undir upptøkunum, men kortini heldur hann seg vita næstan alt um tær. Hann sigur millum annað, at tilvildin broytist í innslagnum. Men tilvildin broytist ikki í innslagnum. Viðhvørt er tilvildin nevniliga ikki tann tilvild, sum summi kundu ynskt sær. Viðhvørt er tilvildin tilvildarlig. Og trúgv tí ella ei; mamma løgmann var har, mitt í allari tilvildini. Hví skal hon so sáldast frá? Tí hon ikki er nóg tilvildarlig? Nei.

At Øssur roynir at skúma upp ódnarveður í einum vatnglasi eigur ikki fáa nakran at dylja tað, sum passar. Heldur ikki, um tað, sum passar, ikki passar Øssuri og onkrum øðrum.

Hesi eru seinastu orð míni um mammu løgmann.

Høgni Mohr