Latið fólk sjálvi velja pensjónsaldur

Bogi Andreasen 
 
Hægri pensjónsaldur leyp øði í ta politisku grindina. Ætlanin at spara 90 mió kr í útreiðslum til pensjónir byrjandi frá 2013 ‘slapp’.

Tað er spell, serliga hjá teimum, sum væl kundu hugsað sær at hildið fram at arbeitt í staðin fyri at noyðast heim at ‘njóta aldurdómin’.

67 ár er pensjónsaldur við lóg. Eina ferð var tað eisini miðal livialdur, so bert annar hvør fekk fólkapensjón.

Nú er samfelagið nógv ríkari enn fyri 55 árum síðan, og vit liva nógv longur, menn til 77 og kvinnur til 82 ár í meðal.

Fólkapensjónin (og fyritíðarpensjónin) er blivin ein risa og vaksandi útreiðsla hjá tí almenna.

Framtíðin er ræðandi: fleiri eldri fólk hjá tí almenna at forsyrgja (okkum ‘ungu’ nú íroknað) og færri fólki á arbeiðsmarknaðinum (okkara børn) til at fíggja pensjónsútreiðslurnar.

Hondina á hjartað: Hvør torir tað?

Tað er í tøkum tíma, at meirilutin í løgtinginum er komin eftir, at tað einasta rætta er, at allir føroyingar á arbeiðsmarknaðinum sjálvfíggja sín aldurdóm.

Bara Fólkaflokkurin torir at siga hart, at tað er rætt at hækka pensjónsaldurin.

Hetta er serliga, tí vit nú sum heild hava betri heilsu sum 67 ára gomul enn fyrr. Sviar umhugsa at loyva sínum eldri at velja at arbeiða til 75 ára aldur, um tey vilja.

Eg mæli samgongu og landstýri til at lata føroyingar sjálvar velja, um vit vilja fara úr arbeiði við fólkapensjón 67 ára gomul, ella vit vilja halda fram at arbeiða.

Fleiri høvdu valt arbeiði fram um pensjón.

Landskassin hevði so ikki spart 90 mió kr til pensjónir frá næsta ári, men helst fleiri tíggju mió kr.

Øll høvdu verið glað, bæði tey, sum sluppu at arbeiða víðari, og tey, sum ikki halda seg hava heilsu til annað enn pensjónstilveruna.

Gev føroyingum frælsi til at velja – eisini nær vit vilja fara frá við pensjón.