Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Annita á Fríðriksmørk

Latið 266b fáa frið

2015-01-20 21:15

AVTAKIÐ 266b!” siga tey fyri kortum so ídnu fortalararnir fyri 266b. Bara tað, at man gongur fremst í barrikadunum fyri onkrum, og so stutt eftir gongur líka frammalaga, men nú ímóti, fær mítt skepsis fram í ljósmála. Tá fari eg at ivast í rótini. Er tað bara okkurt opportunt, sum er uppi í tíðini, sum flákrar – fyrst fyri og so ímóti, ella er hetta væl funderað og væl sementerað sjónarmið.

Men tali- og skrivifrælsið er yvir øllum. Og er man ein Charlie, so er man – siga nøkur - ímóti rasismuparagraffum og blasfemiparagraffum og annars øllum avmarkingum í framburðsfrælsinum. Nú skal orð fellast við orði, og vit skulu verða so fræls so fræls til at bera fram okkara sjónarmið. Eisini um vit vilja hótta, spotta og háða hvønn annan.

Søgan sigur okkum annars, at húðalitur, tjóðareyðkenni, etniskur uppruni, trúgv og seksuell orientering eru eyðkenni, sum hava verið forfylgd enntá til deyðis. Eisini um okkara leiðir og eisini í nýggjari tíð, og verða tað enn tann dag í dag nógva staðni í heiminum.

Tað eru ikki aðrir bólkar, sum liggja og banka uppá, og sum vilja sleppa uppí 266b. Heldur ikki tey reyðhærdu ella frøknutu, sum annars ofta verða tikin fram sum dømi av teimum, sum eru ímóti 266b. Og heldur ikki tey handikappaðu ella sálarveiku.

Ongin av hesum bólkum verða av myndugleikunum hildin at verða ein bólkur, sum verður háðaður og spottaður. Og tey, sum hava feløg aftanfyri seg at arbeiða fyri teirra rættindum, hava heldur ikki ynskt at verða partur av 266b.

Tað er heldur ikki so, at 266b verður broytt í tíð og ótíð, sum somu fortalarar halda uppá. Lógin er 76 ára gomul. Hesi 76 árini er lógin viðkað 4 ferðir.

266b sigur, at tað er ólógligt at hótta, spotta og háða hvønn annan. Upprunin frá 1939 hevði til endamáls at verja danskar jødar, sum vórðu forfylgdir.

Vit góðtaka lógir, sum forbjóða fýsiskum harðskapi. Vit eru øll samd um, at tað er í lagi. Hóast tað eisini ger, at tey harðligu í nøkrum førum liggja í undirskógum og planleggja harðskap.Hesir undirskógir rættvísgera tó ikki, at vit skulu frígeva fýsiskan harðskap og lata svørð høggast við svørði. Ella sjálvmorðsbumbu við sjálvmorðsbumbu.

Heldur ikki haldi eg, at vit skulu góðtaka og frígera sálarligan ágang. Tað eru hóast alt nógv, sum ikki duga ella kunnu ella vilja fara í kjak við reorisk mótstøðufólk, sum hava tørv á at hótta, spotta og niðurgera aðrar bólkar.

Eg kann gott góðtaka, at 266b er meira ein signallóg enn ein forðingarlóg. Og friður verið við tí. Men tað hevur so sanniliga eisini sítt signalvirði at taka lógina av.

Annita á Fríðriksmørk