Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.

Lat høvuðsstaðin granska ullina!

Við eini verkætlan, kunnu vit í Tórshavnar kommunu taka stig til at skipa ullarmóttøku - til dømis í samstarvi við ALS og Fróðskaparsetrið - og harvið leggja lunnar undir arbeiði, útbúgving og gransking um ull og ullarvirking. Soleiðis kunnu vit menna siðsøguligan kunnleika, alt meðan vit gagnnýta tilfeingið. 

Ivasamt er, um eg skal seta rópitekin ella spurnartekin við hetta aldargamla orðafelli: "Ull er Føroya gull". Men tað er vist, at føroysku ullarvørurnar eru høgt í metum heima og úti - tó at hon í áseyðaroytingini er tung at fáast við á rættini. 

Tað er okkum moralskt - og siðsøguliga - álagt at fyriskipa ullartiltøk og betra umstøðurnar at taka ímóti og virka ullina, heldur enn framhaldandi at lata hetta ríkidømi gleppa okkum av hondum. 

At nevna allar nýtsluvørur, er vónleyst, men tað hevur verið róð framundir, at tað er upplagt at seta føroysk undirklæði til standardútgerð í bjargingarbátum. 

Høvuðsstaðarøki hevur ríkt tilfeingi um vit læra okkum at síggja møguleikar í seyðinum innan Tórshavnar kommunu. Eg nevni í hesum parti bert ull og skinn, men sjálvsagt skulu vit eisini menna møguleikarnar við seyðakjøti. 

Høvuðsstaðurin eigur at verða undangongu-kommuna og vísa øðrum kommunum á, hvussu til ber at skipa fyri tiltøkum og verkætlanum. Tí meti eg tað vera rættast, um vit leggja okkum eftir at skipa fyri slóðbrótandi ætlan, hvussu vit taka ímóti og virka ull í høvuðsstaðnum. 

Um vit seta út í kortið ætlanir at taka móti ull á vári 2013, so kunnu vit á heysti 2013 standa klár við ætlan um at taka móti skinnum. Kunnleikin er stórur um bæði ull og skinn, og tí eiga vit at gera alt vit kunnu at savna vitanina, at vit eisini finna fram nýggjar slóðbrótandi leiðir innan hetta økið. 

Skinn-móttøkan hevur verið ov nógv tengd at ivasemi, um fyritøkur uttanlands fóru at keypa og eisini hevur spurningur um sláturvirki gjørt sítt til, at tað hevur verið við ávísum fyrivarni at tikið hevur verið móti skinnum. 

Ullarvirking hevur funnið sína mótgongd, tí ov lítið hevur verið latið fyri ullina, og talan er um eina langa prosess, áðrenn peningur og vinningur er tøkur. Vit mugu tí brynja okkum við toli heldur enn bert at hugsa løtuvinning. 

Ein verkætlan eigur at kunna skipast, har nøkur við kunnleika til rættan framferðarhátt saman við arbeiðsleysum ella øðrum áhugaðum seta í verk ullar-móttøku. Hendan móttøkan skal fyrst og fremst skilja ullina í nýtslubólkar og síðani hagreiða eftir bestu forskriftum. 

Eg hugsi mær, at Tórshavnar kommuna hevur hóskandi høli tøkt at lata til slíka verkætlan fyri at lætta um uppstartin. Harafturat eri eg fullvísur í, at vit eiga nógv køn fólk, ið fegin vilja starvast og standa fyri slíkari ætlan. 

Vinningurin í øllum hesum er, at vit kunnu fáa fólk at granska dygdina í føroysku ullini. soleiðis, at vit gagnnýta allar lutir, um tað er í klæðum, myndlist, ella heilt nýggjum úrdráttum. 

Tað er at fegnast um at føroyskir sniðgevar halda seg til og møta viðurkenning heima og uttanlands. Vónandi kann slík verkætlan stimbra mong onnur at gera egnar royndir. Møguleikarnir eru nógvir, men vit mugu seta fullgóðar arbeiðskarmar. 

Síðan hugsi eg mær, at lutur í hesum arbeiði eisini sæst aftur, tá ið vit fáa á stovn listaskúla! Lat okkum skipa listaskúlan, ið røkkur øllum listagreinum tónleiki, myndlist, sniðgeving, leiklist, sangi og dansi. 

Jákup av Skarði