Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Landsverkfrøðingurin og “Fake News”

2022-05-10 10:31

Um relevantir spurningar ikki verða settir, er vandi fyri, at eitt mál verður skeivt lýst. Vit kunnu lætt fáa eina pressu, ið ber skeiv tíðindir. Vit síggja, at tað fer fram aðrarstaðir enn í Føroyum, men fer tað eisini fram her. Og hví?

Landsverkfrøðingurin himself trein herfyri fram á skermin í KVF við Fake News. Hann segði, at 30 milliónir krónur árliga krevjast til viðlíkahald av Norðoya og Vágtunlinum. 300 milliónir í 10 ár. Er hetta krav relevant og rætt? Ella er tað skeivt?.

Í Samferðsluætlanini frá LV 2018 -2030, síða 17 stendur, at viðlíkahaldið fyri undirsjóvartunlar er 775 kr /metur /ár.

Tvs at Vágatunnilin kostar 3,8 mill kr í viðlíkahaldi um árið.

Norðoyatunnilin kostar 4,8 mill kr í viðlíkahaldi árliga.

Tilsamans 8,6 mill kr um árið.

Ikki 30 milliónir, sum landsverkfrøðingurin sigur.

Vit eru fleiri í vóna, at ein rætting kemur í KVF til skeivu tíðindini, ið KVF, via LV hevur borið út til føroyingar.

Vónandi kann Sigurð Lamhauge eisini sjálvur rætta skeivu upplýsingarnar. Tí trúvirðið annars hongur í einum klønum tráði

Munur í viðlíkahaldi á vanligari og undirsjóvartunli?

Er ikki relevant at upplýsa um munin á viðlíkahaldskostnaði í undirsjóvartunnil, ið verður goldin við bummgjaldi, og vanligari tunnil ið er skattafíggja 100%?

Tað hevur KVF, ið annars hevur lýst málið nógv, heldur ikki kunna føroyingar um.

Vágatunnil/Norðoyatunnilin eru T10,5 tunlar. Munur í viðlíkahaldi á eini vanligari tunnil T10,5 og Undirsjóvartunlinum er 25 kr /metur/ár sambart samferðsluætlanini hjá LV.

Munurin í viðlíkahaldi er sostatt 125000 kr /ár fyri Vágatunnilin og 155000 kr/ár fyri Norðoyatunnilin.

Munurin í viðlíkahaldskostnaði er sostatt 280 túsund árliga fyri báðar tunlarnar. Tað er ikki nógv mugu flest øll vera samd um. At halda lív í tunnilsfeløgunum økir rakstrarhostnaðin við fleiri milliónum kr árliga. Ríkiligt til at viðlíkahalda ein tunnil.

Landsverkfrøðingsstovnurin gjørdi fyri árum síðani vart við, at umsitingarkostnaðurin av sjálvum tunnilsfeløgunum ikki kundi forsvara at nýta bummgjaldið sum innkrevjingarhátt, tí 30-40 % av søluni fóru til umsiting. Óneyðuga umsitingin eigur tí at verða avtikin, tí hon er heilt óneyðug nú, ið lánini eru niðurgoldin.

Neyðugt er at viðlíkahalda tunlarnar framyvir – sjálvandi. Og tann uppgávan kostar lítið meira enn viðlíkahaldi av eini vanligari tunnil smb tølum frá LV.

Spurningurin er hví Sigurð Lamhauge kemur við skeivum tølum. Spurningurin er eisini hví stjórin fyri Vinnuhúsið leypur beint á bláman og gongur beint ímóti vinnuni, ið er skeivu megin tunnilsmunnarnar. Hvør er tað, ið fyllir hesar stjórar við skeivum upplýsingum so teir totalt missa trúvirðið. Var tað onkur í segði viðlíkahaldstungt?

Samdur við Sólbjørn Kjærbæk:

“Tear down this Wall – Bárður Nielsen, løgmaður”

Hesin skaðiligi múrur ,ið umboðar órættvísi, diskriminatión og eykaskatt av vestur og eystur økjum í landinum SKAL rívast niður beinanvegin. Vit gjalda veggjald fyri at koyra eftir vegum her á landi.

Vh

Marjus Dam