Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Landsverk veit um deyðsfellur, men ger einki

2020-06-09 13:46

Í desember í fjør gørdi Rambøll kanningar av tunlunum Norður um Fjall. Eitt slag av eftirliti, har serfrøðingar gera metingar um, í hvørjum standi tunlarnir eru, og síðan gera tilmæli um, hvat skal gerast og nær tað skal gerast. Jarðfrøðin flytur seg altíð, og tí er tað týdningarmikið at fylgja við gongdini, tí tað er ymiskt hvussu grót loysnar, og hvat grótslag talan er um.

Eftir at hava verið ein langan túr ígjøgnum skrivstovuveldið, hevur tað loksins eydnast at fingið fatur í tunnilsinspektiónsrapportini fyri Tunlarnar Norður um Fjall (nevndir Árnafjarðartunnilin og Hvannasundstunnilin hjá Landsverki).

Beint innanfyri Árnafjarðartunnilsmunnan (Klaksvíksmegin) gongur ein “gongd” uppá skrá inn. Gongdir eru tilfarið, sum liggur ímillum tvær gosbræðingar; tær eru vanliga smalar, nakrar fáar metrar í breidd, men kunnu vera nógvar kilometrar langar. Tað er vánaligt tilfar, sum má tryggjast væl við fjallaboltum og armeraðum betongi.

Í kanningini, sum Landsverk júst hevur latið innlit í, stendur skrivað um hetta strekkið: Leir er í sprekkunum, fjallaboltarnir eru kraftiga korrigeraðir. Støðumetingin fyri hetta strekkið fær eitt 3-tal. Tað merkir, at tað er kann leypa hvørja løtu og eigur tí at vera viðgjørt umgangandi. Arbeiðið umfatar at skróta, fipurarmera og sproyta 80 mm av betongi á.

Myndin omanfyri vísir, at brúnligt leir er at síggja millum sprekkurnar. Grótið er illa sprekkað alla staðni. Fjallaboltarnir eru næstan rustaðir vekk.

Av tí at boltarnir eru illa rustaðir, mugu tað hava verið nógv ár síðani, teir hava verið settir í. So eg havi leitað eina gamla rapport fram fyri at samanbera.

Í sýnsrapportini hjá Rambøll frá 2007 verður júst sama “gongd” støðumett. Eisini tá vóru fjallaboltarnir illa rustaðir og grót hekk leyst í loftinum, sum skuldi skrótast. Rambøll gevur eisini tá støðumeting 3 (Bristfällig funktion vid inspektionstillfället). Við øðrum orðum: Longu fyri 13 árum síðan mælir Rambøll til, at økið verður tryggjað beinanvegin við boltum og betongi.

Sum vit síggja í nýggjastu rapportini, hóast Rambøll sló alarm fyri 13 árum síðani, hevur Landsverk onki gjørt við støðuna, hóast tað mangan er dottið úr loftinum beint har síðani.

Tað kundi kostað dýrt ein penan summardag í 2015, tá ið Kristian Jacobsen við familju fór til Klaksvíkar í føðingardag. Beint áðrenn tey komu út úr tunlinum sær hann eina grótrúgvu liggja á vegnum. Ov seint var, og Kristian mátti bara halda fast í róðrinum og stýra beint, meðan hjólið brast. Bilurin fór akandi við berari felgu seinastu metrarnar úr tunlinum. Tíbetur spældi alt væl av, og tey fingu ávarað í góðari tíð.

Men tað er undranarvert, at hvørki trygging ella Landsverk vildu rinda nakað aftur, og hóast Krinvarpið gjørdi eina langa samrøðu við Kristian, so var hon ongantíð varpað. Landsverk hevði vitað um støðuna í áravís, men valdi onki at gera við tað.

Mongdin av gróti, ið datt niður varð av Landsverki tá mett til omanfyri 2 tons. Tað er nokk at gera stóran skaða, kemur tað omanyvir ein bil. Var Kristian eitt sindur fyrr, ella bilurin frammanfyri eitt sindur seinni, kundi støðan verið ein heilt onnur og verri.

Tað er eisini eyðsæð, at Landsverk slett ikki tekur ráðgevingina frá Rambøll í álvara. Bæði í rapportini í 2007 og teirri frá desember í fjør stendur fleiri ferðir, at mælt verður til at boltar skulu setast í, men einki er gjørt. Tað sæst týðiliga við at hyggja eftir markeringunum í vegginum. Rambøll hevur markerað uppá fleiri mátar.

Tað nýggjasta er stórir gulir rundingar um eitt heilt øki. Frá undanfarnum kanningum sær man hvítar krossar og tjúkkar gular prikkar og í einstøkum førum gular krossar. Hesar markeringar eiga at fylgjast upp við, at ein ella fleiri fjallaboltar vera settir í veggin, men tað sær ikki út at vera nakar áhugi fyri tí, líkamikið hvussu ofta Rambøll úttrykkiliga roynir at sproyta veggin og skriva tað í rapportirnar.

Tað er við tungum huga, at man lærir, at Landsverk ikki hevur tikið støðuna viðvíkjandi tunlunum Norður um Fjall í álvara og latið deyðsfellur hingið yvir okkum í nógv ár. Tað kunnu vit, sum ferðast um tunlarnar, ikki liva við.

Myndin niðanfyri vísir tvey hol, har boltar eru dotnir úr, og ein, sum eigur at skiftast, tí hann er brotin.