Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Landsverk og kommunan muga tosa væl saman

2020-09-12 20:09

                                                                                                       Kollafjørður 10 sept. 2020

Kollafjørður hevur landsveg ígjøgnum økið frá einum enda í hin. Hetta skapar nógva ferðslu við høgari fer.

Vegarbeiði á landsvegnum fór í gongd í 1960 árunum. Í dag góð 60 aftaná hava royndir givið okkum størri vitan um slíka verkætlanir, t.d. høvdu fleiri tunnlar verði gjørdir fyri fleiri av teimum vegnum ið ganga um fjøll og í brattlendið. Tað hevði bjarga fleiri náttúruperlum ið landsvegurin hevur oyðilagt. Vandið er við hvørjari valferð. Men vit skula ikki tosa um tunnlar – men um viðurskiftir landsverk umsitur á landsvegnum.

Trygdarramman á landsvegnum er hugtak, sum merkir økið frá miðlinjuni á vegnum og so langt sum teir so áseta eina frástøðu langa. Hendan áseting er so ein frástøða sum skal haldast frí, at onki skal byggjast ella á ein ella annan hátt staðssetast innan hesa frástøðu.

Hetta kann als ikki livast upp til. Tí tá ið vegur í sínari tíð er lagdur ígjøgnum lendið, hevur man ikki havt hesar viðurskiftir við í arbeiðinum. Vegurin gongur ígjøgnum tún, neystaøkið, urtaðgarðar og beint uttanfyri køkin hjá fólkið. Tì ber ikki til at seta eina heildar lóg fyri øll økir á landsvegnum. Eg veit at man í summum føri hevur fingið undantakstøðu, men tað er næstan ein vónleyst uppgáva at fara í hálvt við Landsverk. Frá økinum yvir Pelagic og heilt norður í Sund er ongin undantaksstøða.

Vinnuvirksemið í bygdini er nógv tærnað, neystaøkini úti á Miðgerði og Kjalnesi er lammsligið og so er stórur partur av vetrarfriðingini í Kollafirði hótt at fáa avgreidda, alt av hesi somu orsøk.

Eg vóni at kommunan kann fara vónrík undir samráðingar við Landsverk um landsvegin ið gongur ígjøgnum bygdina, tí tað er harðliga tiltrongt at fáa hetta økið loyst. Eg veit at trygdin á landsvegnum fyllir og tað er væl skiljandi, tað skal tað eisini gera. Tað er hægri hámarksferðin á landsvegnum sum setir størri treyt til trygdina enn vegur í bygdnum økið. Hin ella handanvegin má ein loysn finnast á hesum á landsvegnum, soleiðis at virksemið kann halda ótarnað fram.

Við inn og útkoyringarnar til bygdin er beinleiðis ein vanlukkuhóttandi. At tað ikki eru fleiri av ringastu ferðsluvanlukkunum er meira hepnið enn vitan. Eg búgvi við tað við størst ferðslu. Eg veit at Landsverk arbeiddi við hesum longu í 1980 árunum. Her má ein felagsloysn fáast í lag ongantíð ov skjótt.
Tað er samskiftið millum kommununa og landsverk ið eg vil hava betri. Hetta vildi loyst fleiri knútar í einum. Tí mín stóra vón at fáa loyst.

 

Set X við Bergur R Dam Jensen á lista C til Tòrshavnar Býrað

Fylg mær á míni valsíðu á facebook – les greinar – sí myndir og LIVE innsløg – set spurningar

Síðan eitur Bergur Robert Dam Jensen í Tórshavnar Býráð 10 nov. 2020