Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Landsstýrismaðurin avmonterar fólkaræðið

2013-08-10 22:38

<b>Tað ber ikki til, at hvør telefonsamrøða og hvørt komma í málinum um størstu samferðsluútbygging nakrantíð í Føroyum, milliardaíløgan Skálafjarðartunnilin, bara kann dyljast fyri almenninginum. Føroysk Miðlafólk krevja opinleika.</b>

Hvat ger ein sperdur landsstýrismaður, tá hann ikki fær trumfað júst sín vilja ígjøgnum, tí fólkaræðið við tess skipanum, institusjónum og mannagongdum forða honum í tí?

Kári P. Højgaard ger tað upp á sín máta viðvíkjandi størstu samferðsluíløgu nakrantíð í Føroyum, Skálafjarðartunlinum, eisini nevndur Eysturoyartunnilin – umvegis sítt lýdna embætisverk og væl hjálptur av flestu samgongufeløgum sínum og kanska onkrum andstøðulimi við: Hann avmonterar ella by-passar bara allar forðingarnar. Atgongdin at hava eftirlit við, um hann sum landsstýrismaður ger sítt arbeiði í samsvar við lógina, og um alt annars er rætt handfarið, verður tikin burtur við kategoriskt at nokta innlit í nakað sum helst, sum hevur við hetta mál at gera.

Somuleiðis verður møguleikin hjá løgtingslimunum at kenna fortreytirnar, ið eru avgerandi fyri yvirhøvur at tøku støðu í málinum um Skálafjarðartunnilin, tikin burtur, og Kappingarráðið hevur onki at skula havt sagt.

Men tað KANN ikki bera til, at ALT samskiftið, sum Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, og hansara aðalráð hava havt við privata danska tunnilsfelagið, Copenhagen Infrastructure Partners, CIP, og ALT fyrireikandi arbeiðið í umsitingini er undantikið lógini um alment innlit.

Kortini er svarið bums nei, tá miðlar royna at fáa bara eitt lítið sindur at vita um avtaluna um einkarrætt at gera og reka Skálafjarðartunnilin.

Við loyvi frá Jón Briani Hvidtfeldt, tíðindaleiðara í Miðlahúsinum, endurgevi eg her eina av hansara mongu umbønum um alment innlit og svarið, hann hevur fingið frá Innlendismálaráðnum. Umbønin er send við telduposti 19. apríl 2013.

<b>Til Innlendismálaráðið

Att: Rúni Joensen

Vísandi til innlitslógina verður hervið biðið um innlit í fylgjandi, ið alt hevur samband við Eysturoyartunnilin:

- Alt tilfar í samband við útbjóðingina, ið endaði 17. Apríl

- Alt tilfar, ið liggur til grund fyri at velja ta fyritøku, sum nú verður farið í realitetssamráðingar við

Vinarliga vátta móttøku

Heilsan

Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindaleiðari

Miðlahúsið</b>

Og svarið, sum hann fær 10 dagar seinni – absolutta hámarkið fyri, hvussu lengi ein almennur myndugleiki hevur loyvi at forhála eitt svar upp á eina umbøn um alment innlit:

<b>Innlendismálaráðið hevur móttikið skriv tygara dagfest 19. apríl 2013, har biðið verður um innlit í skjalatilfar, viðvíkjandi ætlaðu verkætlanini “Eysturoyartunnlin”.

Innlendismálaráðið er í eini samráðingartilgongd um treytir fyri at lata einum samstarvsparti einkarætt at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjörð og Tangafjörð, og ikki ber til at föra slíkar samráðingar alment. Um givið verður alment innlit í málið, er stórur vandi fyri, at tað fer at ávirka endaliga úrslitið av samráðingunum til tað verra, og í ringasta föri kann tað forkoma ætlanini.

Tí kann Innlendismálaráðið tíverri ikki kann ganga umbön tygara á möti. Avgerðin er vísandi oman fyri nevndu orsök grundað á § 13, stk. 1. nr. 5)–6) í lögtingslóg nr. 133 frá 10 juni 1993 um innlit í fyrisitingina.

Vegna Innlendismálaráðið

Kaj Johannessen

fulltrúi </b>

Umbønin er send til Rúna Joensen, aðalstjóra, og svarað av Kaj Johannesen, fulltrúða. Tað eru somu menn, sum varða av øllum málinum í umsitingini í Innlendismálaráðnum, t.e øllum samskiftinum og samráðingunum við CIP. Teir sleppa sostatt sjálvir at gera av, hvussu neyvt alment eftirlit nakar sleppir at hava við teimum, og í hesum førinum hava teir so avgjørt, at almenningurin onki sum helst skal hava at vita um teirra virksemi.

Tað er eisini vert at leggja til merkis hetta brotið í svarinum:

<b>Um givið verður alment innlit í málið, er stórur vandi fyri, at tað fer at ávirka endaliga úrslitið av samráðingunum til tað verra, og í ringasta föri kann tað forkoma ætlanini. </b>

Her er talan um subjektiva motivgransking og ikki eina objektiva meting við støði í lógini um alment innlit. Kaj Johannessen situr og gitir um, hvat innlitið skal brúkast til, og hvussu upplýsingarnar møgulig fara at ávirka málið, tá tær verða almennar. Kaj Johannessen eigur bara at meta um, hvørt umsøkjarin hevur løgligan rætt til upplýsingarnar ella ikki, og hevur absolutt onki at gera við, hvussu tær síðani verða brúktar og loftaðar.

Kaj Johannessen sigur § 13, stk. 1, nr. 5) – 6) í lógini um alment innlit vera grundarlagið fyri at nokta hesi umbønini um alment innlit.

§ 13, stk. 1 sum hevur seks ymiskar, útgreinandi ásetingar um avmarking í rættinum til skjalainnlit. Nevndu ásetingarnar avmarka innlitið viðvíkjandi:

5) fíggjarligu áhugamálunum hjá tí almenna, herundir fremjing av vinnuvirksemi tess almenna ella

6) privatum ella almennum áhugamálum, har tað vegna serligar umstøður í hesum føri er neyðugt at dylja málið.

Men í § 13, stk. 2 stendur soleiðis:

Um umstøður, sum nevndar í stk. 1 bert gera seg galdandi fyri ein part av einum skjali, skal viðkomandi gerast kunnigur við restina av innihaldinum í skjalinum.

Við øðrum orðum skuldi Innlendismálaráðið havt strikað út yvir loyniligu upplýsingarnar, um tað metti ávísar upplýsingar vera so viðkvæmar, at tær skuldu dyljast, og latið innlit í restina. Soleiðis er eisini vanligt at gera.

Tað er eisini góð siðvenja sum minstamark at upplýsa, hvørji skjøl eru í málinum, sum innlit ikki verður latið í.

Við sínum noktandi svari staðfestir Innlendismálaráðið, at ALT í málinum, hvør einasta telefonsamrøða og hvør einasti skrivaði bókstavur, kann fjalast fyri almenninginum í samsvar við lógina um alment innlit.

Sum eitt kuriosum kann nevnast, at í lógaruppskotinum hjá Kára P. Højgaard um Skálafjarðartunnilin er ein áseting um, at avtalan um einkarrætt ikki skal verða fevnd av lógini um alment innlit.

Men henda ásetingin kann ikki brúkast sum grundarlag fyri at siga nei, tí tann lógin er sum kunnugt til viðgerðar í Løgtinginum og ikki samtykt.

Tí er tað bara lógin um alment innlit, sum landsstýrismaðurin og hansara embætisverk kunnu brúka sum grundarlag fyri annaðhvørt at játta ell nokta umbønum um alment innlit.

Einhvør kann siga sær sjálvum, at tað kann ikki vera rætt, at lógarheimild er fyri at dylja ALT.

Men tað er effektivt, tá demokratisku skipanirnar gerast ein bági.

Vegna Føroysk Miðlafólk fari eg tí við hesum opna brævi at krevja, at annar løgfrøðiligur myndugleiki enn Innlendismálaráðið viðger umbønir um alment innlit í málið um Skálafjarðartunnilin.

Samstundis heiti eg á allar miðlar um beinanvegin at kæra noktandi svar um alment innlit í hetta málið til Løgtingsins umboðsmann.

Ingolf S. Olsen

virkandi formaður, Føroysk Miðlafólk