Semjusøkjandi samstarv í Ríkisfelagsskapinum gevur búskaparligan stabilitet, vælferð og góð úrslit fyri Føroyar

Landsstýrið niðurlaðar sendistovuna í Danmark

Besta prógvið um niðurprioritering og niðurlaðing er, at eingin fastur føroyskur sendimaður hevur verið í Danmark síðani 2016

Landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum hevur við nógvum uttanumtosi svarað einum fyrispurningi frá undirritaða um, hví hann og landsstyrið niðurprioritera og beinleiðis niðurlaða føroysku sendistovuna í Danmark.

Støðan er, at líka síðani 2016 hevur landsstýrismaðurin noktað fyri, at fastur sendimaður skal vera á sendistovuni í Danmark.

Vit skriva nú 2018, og framvegis er eingin sendimaður í føstum starvi á sendistovuni.

Hetta hoyrir ongastaðni heima, og hvør man orsøkin vera?

Landsstýrið vil rýma

Um vit hyggja at støðuni, sum núverandi landsstýrið hevur til Ríkisfelagsskapin, er tað helst natúrligt, at sendimaðurin hevur fingið boð um at pakka saman og koma heima til Føroya í sonevndu ”heimatænastuna”.

Landsstýrið vil jú við sonevndu ”stjórnarskipanini” taka Føroyar úr felagsskapinum. Tað er helst ein forkláring.

Landsstýrismaðurin skrivar harumframt í sínum svari, at avgerð er tikin um, ”ikki at seta nýtt sendifólk beinanvegin”. Somuleiðis er onnur undanførðsla, at ”avmarkað arbeiðsorka er í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum”.

So er bert eitt at gera!

Søk eftir sendimanni alt fyri eitt, so at tann amputeraða sendistovan í Keypmannahavn aftur kann virka sum sendistova.

Samskiftir úr Føroyum heldur enn Danmark

Sagt verður, at sendimaðurin javnan er í Danmark, men sagt verður eisini, at viðkomandi brúkar nógv av síni tíð til at samskifta um handilssømdir og marknaðarmál við Japan, Korea og Kina. Tað samskiftið fer uttan iva fram úr Føroyum.

Samskift er gott, men enn er als einki frætt um, hvat ið er komið burturúr hesum arbeiði.

Her má man spyrja, hví orka verður brúkt uppá lond í Asia, heldur enn at fáa fría marknaðaratgongd til ES-marknaðin, so sum eitt samt Løgting hevur samtykt? Hví aktar landsstýrismaðurin, ið er uppisitari hjá Løgtinginum, ikki viljanum hjá føroyaka parlamentinum?

Her manglar vilji til at taka samrøður og samskifti á okkara sendistovu í Keypmannahavn, ið sjálvandi skal vera ein fult virkandi sendistova við einum fult virkandi sendimanni.

Nú má niðurlaðingin halda uppat. Føroyar mugu aftur fáa eitt diplomatiskt andlit í Keypmannahavn, har ið einir 20.000 føroyingar búgva. Einki er meira natúrligt enn tað.

Edmund Joensen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin