Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Landsstýrið ella Danstýrið

2021-05-20 06:01

Danska fjarstýringin røkkur nú so væl út í Tinganes, at vit nú hava eitt Danstýri ístaðin fyri eitt landsstýri.

Blinken, amerikanskur uttanríkisráðharri, hevur verið á vitjan í Danmark. Orsøkin eru Føroyar og Grønland.

Meðan grønlendski landsstýrismaðurin hevur vart grønlendsk áhugamál hevur føroyski landsstýrismaðurin staðið undir liðini á danska uttanríkisráðharranum og nikkað.

”Vil ikki siga hvat amerikanarar sleppa at gera í Føroyum. Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, er fáorðaður um, hvat Danmark fer at loyva amerikanarum at brúka føroyskar havnir til” Soleiðis stendur í grein á heimasíðuni hjá Kvf.

Hugsið tykkum, ein danskur politikari skal gera av, hvat hendir í Føroyum. Kanska ikki so løgið, at danskir fólkatingslimir tosa um ”den rigtige udenrigsminister”, tá tey tosa um danska uttanríkisráðharran.

Sigast má, at fjarstýringin av Christiansborg røkkur væl út í TInganes. Har er tað ikki longur eitt landstýri, men eitt Danstýri.

Beinta Løwe