Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Landsstýrið brýtur stýrisskipanarlógina

2019-12-12 08:21

Landsstýrið samráðist við Ísland um at loyva útlendskum kapitali inn aftur í føroysku fiskivinnuna. Hetta, hóast Løgtingið hevur samtykt við lóg, at útlendskur ognarskapur skal út. Og uttan at ráðføra seg við uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum

Kringvarpið bar tey boðini frá uttanríkisráðharranum, Jenisi av Rana, at nú skuldi avgerðin falla um framtíðina hjá Hoyvíkssáttmálanum. Sambært Kringvarpinum, so snúði málið seg um tær standandi ósemjur, ið hava verið um apoteksvørur, lodnu o.a í sáttmálanum.

Men málið snýr seg als ikki um hetta. Hoyvíkssáttmálin varð uppsagdur, tí Løgtingið hevur samtykt við lóg, at útlendskur ognarskapur skal burtur í feløgum, sum hava rætt at fiska av føroyskum kvotum.

Og tað eydnaðist ikki at fáa íslendsku stjórnina at góðtaka, at føroyingar høvdu samtykt eina nýggja fiskivinnulóg, ið ikki loyvir útlendskum ognarskapi - og at Hoyvíkssáttmálin tískil má broytast samsvarandi hesum. Tí varð Hoyvíkssáttmálin uppsagdur til tess at vera í samsvari við fiskivinnulógina.

Um Ísland góðtekur, at føroyingar hava rætt at skipa sína egnu fiskivinnu í lóg og at taka ásetingarnar um ognarskap í fiskivinnuni úr sáttmálanum, so kann Hoyvíkssáttmálin sjálvsagt halda fram.

Nú sigur nýggja samgongan, at tey ætla at loyva útlendingum inn aftur í fiskivinnuna.

Og Jenis av Rana er farin at samráðast við íslendsku stjórnina um, at Hoyvíkssáttmálin skal í gildi aftur við framhaldandi loyvi hjá íslendskum fyritøkum at eiga í føroyskum fiskirættindum.

Og tá ber helst til at fáa loyst aðrar ósemjur, um íslendski kapitalurin sleppur at halda fram í føroyskum fiskirættindum. Tí Ísland vil gera nógv fyri at varðveita ognarskap til føroysk fiskirættindi.

Men lógin er ikki broytt.

Og landsstýrið hevur ikki ráðført seg við uttanlandsnevndina hjá Løtinginum, áðrenn ein so avgerandi samráðing og avgerð fer fram millum Føroyar og Ísland um ognarskap til føroysk fiskirættindi.

Tað er ásett í stýrisskipanarlógini, at landsstýrið skal ráðføra seg við uttanlandsnevndina, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning.

Tá ið landsstýrið á henda hátt samráðist um framtíðina hjá føroysku fiskivinnuni um at ganga ímóti eini lóg, sum er samtykt á Føroya løgtingi, er ongin ivi um, at landsstýrið brýtur stýrisskipanarlógina.

Høgni Hoydal