Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Landsstýrið brúkar somu pengar hálva triðju ferð

Fíggjar- og búskaparpolitikkur - 

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum vísir óhoyrdan kreativitet í síni sonevndu stýring av føroyska búskapinum, nú eykajáttan er framløgd, har somu pengar skulu brúkast hálva triðju ferð

Tað siglir í Fíggjarmálaráðnum, og pengarnir fossa úr landskassanum.

Tí eru góð ráð dýr, og ómetaliga kreativar loysnir mugu finnast, sum geva eina sminkaða mynd av tí, ið veruliga gongur fyri seg.

Men at brúka somu pengar fleiri ferðir er at fara ov langt, og tað átti at verðið steðgað, áðrenn tað kom fyri Løgtingið. Annaðhvørt skuldi Fíggjarmálaráðið ella løgmaður havt steðgað hesum óhoyrda kreativiteti.

Hetta er jú at halda føroyingar og Løgtingið fyri tað turra spott.

Málið snýr seg um, at landskassans partur av eyka vinningsbýtinum frá BankNordik verður tikið við í eykajáttanina. Hetta eru 93 mió. kr. Pengarnir verða umvegis eykajáttanina sendir út til nýtslu í samfelagnum. Síðani verða pengarnir, "ið eru brúktir" settir í búskapargrunnin 93 mió. kr., og av tí at landsstýriskvinnan broytir aðalregluna um hvussu serinntøkur verða bólkaðar á fíggjarlógini, endar helvtin av hesum 93 mió. enn einaferð í búskapargrunninum.

Soleiðis blíva 93 mió. kr. til 233 mió. kr.

Vanligt er, at ein eykajáttan kemur um várið, har tillagingar verða gjørdar í játtanum, tá raksturin av einhvørjari orsøk ikki hevur háttað sær sum ætlað, tá fíggjarlógin bleiv samtykt í desember.

Í ár er eitt undantak, tí eingin eykajáttan bleiv samtykt í vár, tí hon kom alt ov seint frá landsstýrinum. Tá tingformaðurin í summar sendi Tingið til hús, fall hon burtur.

Nú er eykajáttanin aftur á skránni. Hóast tað í vár varð víst á, at veruleikin ikki framgekk, er júst tað sama endurtikið. Endamálið er heilt greitt at vísa eina betri mynd av fíggjarstýringini hjá landsstýrinum, ið als ikki er til.

Soleiðis verður manipulerað heldur enn at vísa ábyrgd og halda aftur, nú vit nærkast einum ovurhitaðum búskapi.

Pengarnir fossa úr landskassanum.

Bárður Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum

RN