Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Landssjúkrahúsið skal spara 16 milliónir!

2021-12-15 14:13

Ikki eiti á jólagáva til okkum øll.

Samgongan ætlar nú at skerja játtanina á Landssjúkrahúsinum við 16 mió!

Klaksvíkar sjúkrahús skal spara 200.000 og Suðuroyar sjúkrahús 200.000.

Sum um hetta ikki er nokk, so lækkar játtanin eisini til kommunulæknaskipanina.

Hesum kunnu vit als ikki taka undir við. Tá ið vit komu í 2015 komu vit til eitt niðurpínt heilsuverk. Starvsfólkatalið var lækkað, og serliga var ovurstórur mangul uppá serlæknar. Hesum fingu vit vent, og stórar raðfestingar blivu gjørdar í øllum sjúkrahúsverkinum umframt í kommunulæknaskipanini. Tíbetur hevur landsstýrið til nú hildið fast í góðu mennngartilgongdini - til nú.

Nú kenna vit tey aftur!

Sirið Stenberg