Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Lán í knappari vending

2014-02-03 00:07

Baader-kreditturin í 1996

Í bløðunum á vári 1996 lesa vit yvirskrift til grein um sokallaða ‘Baader-málið’, at Jørgen Niclasen ikki vil kallast tjóvur. Í greinini verður hann endurgivin fyri at siga: “Eg ætlaði mær ikki at stjæla maskinurnar frá Fiskavirking. Eg lænti tær í einari knappari vending.”

Hóast ‘lánið’ varð framt í knappari vending – og uttan at spyrja lángevaran um loyvi –, so vóru sambært øðrum blaðgreinum stundir at skifta spjaldur á nýggjari maskinu um við tað á eldri. At spjaldraumskiftið fór fram, váttaðu bæði táverandi stjórin og tekniski leiðarin fyri Føroya Fiskavirking.

Politikkur kom í málið, tí Jørgen var politikkari. Sjálvur Richard Mikkelsen sigst at hava verið við til at leggja lok á málið. Ikki mundi hann ynskja sjálvtøku-kredittin hjá Jørgeni fyri í rættinum. Hetta kundi hava við sær, at í so long tíð gekk, áður enn viðurskiftini millum Danmark og Føroyar vóru fingin í rætt lag aftur eftir bankakreppuna fyrst í 90-árunum.

Sjálvtøku-kredittir í árunum 1989-93

Fríggjadagin tann 17/1-2014 skipar Jørgen fyri tíðindafundi. Hann er landsstýrismaður í fíggjarmálum og sostatt hægsti tollstjórin í landinum. Tað er tó ikki sum tollstjóri, at hann skipar fundin, men sum persónur við politiskari lívsleið. Fundurin snýr seg um leiklut hansara sum stjóri í felagnum P/f N. Niclasen frá 1989 og nøkur ár fram.

Rúgvusmikið skjalatilfar verður útflýggjað. Ikki fáa miðlafólk stundir at seta seg inn í hetta á fundinum sjálvum, og verður fundurin hareftir. Men við at lesa útflýggjaða tilfarið gerst fylgjandi greitt:

1. Sum stjóri fyri P/f N. Nicalsen hevði Jørgen ábyrgdina av, at vørur á óregluligan hátt vóru tiknar úr toll-goymslu og seldar í handli, hann var stjóri fyri.

2. P/f Skipafelagið (Føroyaleiðin) hevði mótvegis toll-myndugleikunum ábyrgdina av goymsluni, men hevði Skipafelagið latið Jørgeni lykilin til goymsluna í tí trúgv, at hann helt skil á henni á reiðiligan hátt. Afturfyri rindaði Skipafelagið fyritøkuni hjá Jørgeni pening fyri ómakin. Álitið, Skipafelagið hevði litið Jørgeni í hendi, sveik hann so dyggiliga. Hetta mátti Skipafelagið endaliga staðfesta, tá ið dómur fall í Føroya Rætti, og sum hevði við sær, at Skipafelagið til tollmyndugleikarnar mátti rinda fyri mongu ‘lánini’ Jørgen hevði tikið úr goymsluni ‘í knappari vending’.

3. Fíggjarkrøvini, sum tollvaldið hevði mótvegis fyritøkuni hjá Jørgeni, kundu ikki gerast neyvt upp, tí skjølini, sum lýstu inngangandi vørustreym til tollgoymsluna, mangan ikki vóru latin tollmyndugleikanum. Við øðrum orðum – og torført er at seta onnur orð á hesa framferð – var talan um tað, sum á vanligum máli verður rópt, smugling.

Tíðindafundurin: Dálkandi reinsingin

Føroyski veljarin er tolin. Hann roynir at skilja tað, ið fer fram, og ber yvir við onkrum, sum møguliga ikki er farið rætt fram. Hetta kundi Jørgen havt í huga. Hann kundi á fundinum greitt frá, at hann sum stjóri fyri P/f N. Niclasen var í torførari støðu, og at hann tíverri hevði tikið óhepnar avgerðir ... tá hann var ungur ... langt síðani. Síðani kundi hann biðið um umbering; til dømis mótvegis teimum, hann hevði svikið, og sum varðaðu av Skipafelagnum. Kanska hann kundi toygt seg so langt sum til at biðja skattgjaldaran um umbering fyri, at landskassin hevði mist pening av hansara ávum. Og síðani kundi hann greitt frá, at hann í dag var ein annar maður, ið hevði lært av mistøkum sínum á yngri árum.

Hetta valdi Jørgen ikki at gera. Tvørturímóti.

Tað var Skipafelagið, sum var eini ‘skurkurin’, tí hetta felagið mótvegis tollmyndugleikanum hevði ábyrgdina av goymsluni. Og tað var Toll- og Skatt, sum var annar ‘skurkurin’, tí myndugleikin ikki hevði steðga honum í mongu lántøkunum á toll-goymsluni.

Samstundis, sum Jørgen á tíðindafundinum avdúkaði veikleikar í eftirlitinum hjá Toll- og Skatt og Skipafelagnum, so førdi hann seg fram sum sanna vinnulívshetju. Við framløgu sínari á fundinum metti hann seg at hava reinsað seg sjálvan og við hesum at vera virðiligan til starvið sum landsins hægsti kassameistari.

Tá ið málið kom fram aftur fyri umleið 6 vikum síðani, greiddi Jørgen frá, at hann var stoltur av tí, hann avrikaði sum stjóri í felagnum P/f N. Niclasen. Á tíðindafundinum nakrar vikur seinni – eftir at advokatur hansara hevði funnið fram tilfar úr ymsum skjalagoymslum – tó ikki tí hjá Jørgeni sjálvum – sigur Jørgen, at hann nú, eftir nágreiniliga at hava sett seg inn í málið, er ‘uppaftur stoltari’ av tí, hann sum stjóri hevði staðið fyri.

Jørgen í dag – lán frá framtíðini í knappari vending

Manipulatiónin, ábyrgdarundanstøkkingin og ill-viljin móti at viðganga egin mistøk á tíðindafundinum lýsa persónsmenskuna hjá Jørgeni í dag. Hetta hevur uppaftur størri týdning fyri politisku viðurskiftini í nútíðini enn tað, hann í fortíðini stóð fyri.

Arbeiðshátturin hjá Jørgeni í sambandi við flat-skattin og forskotsskattingina av eftirlønaruppsparing eru dømi um, at muran í Jørgeni framvegis er tann at vera eftirsnarin heldur enn fyrivarin. Neyvan er hann fremsti fjepparin hjá gamla reiðaranum, Møller, sum mælti til “rettidig omhug” heldur enn “smart i en fart”.

Fyri kortum og við flatskattaskipanini setti Jørgen sum fíggjarmalaráðharri hol á landskassan. Økti við hesum árliga hallið við umleið 300 mió kr. Síðan fór hann undir at pjøssa upp á lekan. Hetta skipaði hann fyri við at taka inn pening til landskassan við at forskotsskatta eftirlønarinngjøld. Við demografisku gongdini í samfelagi okkara í huga - fleiri eldri og gomul verða í mun til tey, sum eru í vinnuførum aldri - er hetta alt annað enn skynsom loysn.

Við forskotsskattingini skipaði Jørgen fyri lántøku úr framtíðini, sum ikki kann rindast aftur í komandi tíðum, tá ið landskassi og kommunukassar fara at hava ovurstóran tørv á inntøkum í sambandi við sonevndu 'eldrabylgjuna'.

Alt hetta hendi so brádliga.

Lán í einari knappari vending?