Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.

Lærari í lítlum skúla - fyrireikingartíð til blandaðar flokkar

2013-08-09 16:44

Ymiskir skúlar hava við sær ymiskar avbjóðingar. Ein avbjóðing á lítlum skúla er fyrireikingin til ymsu undirvísingargongdirnar og onnur avbjóðingin er, at somu starvsfólk arbeiða innan flest øll øki.

Í einum lítlum skúla, har næmingar í ymsum flokkum eru í somu floksstovu, verður ofta neyðugt, at lærarin arbeiðir á fleiri ymsum stigum í senn. Sjálvsagt kunnu evnisarbeiði, verkætlanararbeiði og ymiskt tvørgreinaligt virksemi í ávísan mun lætta um fyrireikingina, men tørvur er eisini á, at næmingarnir fáa fakligar avbjóðingar, ið samsvara tí teir vildu arbeitt við um teir gingu í einum flokki við javngomlum floksfeløgum.

Avbjóðingin, at tryggja trimum-fýra ymsum floksstigum avbjóðingar samstundis, er at lærarin fyrireikar tríggjar-fýra ymiskar undirvísingargongdir til hvønn undirvísingartíma. Harafturat eru næmingar í smærri skúlum – eins væl og í stórum skúlum – sjálvsagt á ymsum støði, tó at teir eru í sama flokki. Hetta hevur við sær, at lærarin stendur frammanfyri uppaftur fleiri ymiskum fakligum avbjóðingum.

Næmingalagað undirvísing er gott mál at seta sær og undirvísir tú í flokki við 24 javngomlum næmingum, ber ofta til at skipað undirvísingina í ymisk torleikastig, út frá sama undirvísingarevnið – og í summum førum út frá sama undirvísingartilfarið.

Ein stór avbjóðing í næmingalagaðu undirvísingini í blandaðum flokki er, at lærarin stendur frammanfyri fleiri ymsum førleikastigum, ið torfør eru at skipa í smærri bólkar, m.a. tí undirvísingartilfar ov sjálvdan er tøkt.

Til at skipa bestu undirvísing, er tørvur á, at lærarar fáa best møguligu fyrireikingartíð. Tí er eisini neyðugt at skipa fyrireikingar-frymil, ið tekur hædd fyri at lærari á lítlum skúla, tørvar meira fyrireikingartíð.

Afturat fyrireikingini til einstøku tímarnar, verður eisini neyðugt at taka hædd fyri tí, ið ætlað er til aðrar uppgávur, so sum fundarvirksemi av ymsum slag og samstarv í ymsum fakbólkum og við Sernám. Uppgávurnar á størri og smærri skúlum eru í mongum førum eins – men ein munur er, at fáir lærarar bera allar tær ymsu uppgávurnar á lítlum skúla, meðan ávíst arbeiðsbýtið kann fara fram á størri skúlum.

Er ynski at varðveita smærru skúlarnar, er neyðugt at taka hædd fyri arbeiðsumstøðunum og í ávísan mun at skipa arbeiðið betri, hjá lærarara, ið starvast í lítlum skúla. Virksemisætlanin tekur, sum er, ikki hædd fyri hvar lærari starvast og tí meti eg tað alneyðugt at MMR boðar hvørjar ætlanir eru fyri skúlarnar frameftir.

Tá ið greið ætlan verður løgd um skúlaskipan í Føroyum, eigur eisini at takast við tímatalið, ið leiðslur hava. Fyrireikingartíðin og leiðslutíðin eru týdningarmiklir faktorar í arbeiðinum at bera fram bestu undirvísingarstøður og at taka mennandi námsfrøðilig tøk.