Læn ein politikara

Um vikuskiftið verður fólkafundur í Tórsgøtu í Havn, har nógvar framløgur, kjak og samrøður eru á skránni. Javnaðarflokkurin luttekur á fólkafundinum við áhugaverda tiltakinum “Læn ein politikara.”

Hevur tú ein spurning, eitt hugskot ella eini góð ráð til ein javnaðarpolitikara, so er tað í morgin, at tú skal leggja leiðina fram við Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn, har fólkafundurin Fólksins er á skránni. Við básin hjá Javnaðarflokkinum fara politikarar at halda til gjøgnum dagin, og hevur tú okkurt upp á hjarta, ber til at læna ein teirra eina løtu.

-       - Hetta er ein góður máti at koma í tal við borgarar. Í Javnaðarflokkinum ganga vit høgt upp í, at veljarin skal hava ávirkan alt valskeiðið og ikki bara, tá krossurin verður settur. Tí leggja vit javnan upp til samrøðu, bæði við at vitja fyritøkur, stovnar og feløg kring landið, við tvívegis samskifti á netinum og sum í hesum førinum við tiltakinum “Læn ein politikara”, sigur Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin og leggur afturat, at viðmerkingarnar frá borgarunum helst hava størri ávirkan á førda politikkin, enn fólk geva sær far um.

 

Íblásturin til tiltakið kemur frá altjóða felagsskapinum Human Library, sum vit eisini kenna úr Føroyum undir heitinum Livandi bókasavn. Á Livandi bókasavni ber til at læna menniskju, práta við tey eina løtu og soleiðis niðurbróta møguligar fordómar. Men hóast tað óivað finnast nógvir fordómar um politikarar, so er tað ikki endiliga tað, sum er endamálið við “Læn ein politikara”. 

-       - Endamálið er at geva fólki høvi til at spyrja og siga sína hugsan. Løgmaður er á skránni í Perluni kl. 15 leygardagin við tiltakinum “Spyr løgmann”, men tað eru ikki øll, sum tora at rætta fingurin upp og seta ein spurning, tá fleiri fólk eru tilstaðar. Og viðmerkingar og spurningar frá teimum, sum trívast betur undir fýra eygum, eru minst líka virðismiklar, og tí vilja vit eisini hoyra tær, sigur Kristianna Winther Poulsen.


Til ber at læna ein politikara frá kl. 14 og til kl. 22 í morgin, leygardagin 27. okt. í Reinsarínum. Skránna til fólkafundin finnur tú her: facebook.com/reinsariid/photos/a.784464451599780/1988655364514010/?type=3&theater