Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Lækka ferðaseðlaprísin til Mykines

2020-04-24 18:10

 Nú styttist til 1.maj og gleðist eg um, at Jósup aftur fer at sigla millum Sørvág og Mykines. Øllum kunnugt, eru og vera helst ongir útlendingar í Føroyum í summar.

Eg vil tí heita á SSL og okkara samferðslumálaráðharra, at seta ferðaseðlaprísin millum Sørvág og Mykines nidur aftur á kr. 120,- aftur og fram, sum skjótast.

Tað er mær enn ein gáta, at tað skal kosta 200,- kr. at sigla úr Sørvági til Mykines og til samanbering kr. 80,- úr Tórshavn til Suðuroynna, ein túrur, sum tekur 2 tímar. Tað kostar einans 40,- kr. til hinar útoyggjarnar.

Hjálp nú okkum, sum liva av ferðavinnu í oynni og teimum, sum hava tilknýti og summarhús har og set prísin niður. Sum nú er, er dýrasta oyggin at ferðast til í Føroyum, Mykines.

Eg vóni, at føroyingar fara at leita sær til Mykines í summarfrítíðini, men hesin ferðaseðlaprísurin er sera kappingaravlagandi.

Oda Wilhelmsdóttir Andreasen