Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Lægri tunnilsgjald - størri nyttuvirði

2019-05-08 10:05
Samferðslupolitikkur - 

Áðrenn farið var undir Eysturoyartunnilin, gjørdi Landsverk eina kost-nyttu kanning, har hugt var eftir nyttuvirðinum við tunnlinum. Serfrøðingar komu framm til, at árliga nyttuvirðið av tunnlinum fyri føroyska samfelagið var omanfyri 100 milliónir. Tá var millum annað hugt eftir sparing í tímum, sparing í bensin, minni slit av vegum og færri ferðsluvanlukkum.

Liggur kostnaðurin ov høgt merkir tað, at hetta verður ein marglætistænasta, sum bert fáir bilistar koma at gera nýtslu av, og harvið verður samfelagsliga nyttuvirði munandi skert. Verður kostnaðurin áleið 35 kr. hvønn vegin, vilja flestu bilistar ikki hugsa um kostnaðin, sjálvt um talan í tíð, bert kann verða ein sparing á áleið 15 minuttir.

Tað verður mangan tikið til, at “Smyril siglir kortini” - og tí er tað sera óheppið, um man velur at prísseta so høgt, at man eggjar brúkararnir til at koyra longru farleiðina. Eg eri greiðir yvir, at Íløgan skal gjaldast aftur, men samstundis mugu vit fáa so nógvar bilistar at velja hesa farleið sum gjørligt.

Jaspur Langgaard

valevni fyri Sambandsflokkin

RN