Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Kvinnur og menn sama mánaðarliga útgjald í lívrentu.

2020-02-10 23:40

Týsdagin 11.februar kemur uppskotið hjá Framsókn til viðgerðar á tingi, um at somu treytir vera galdandi fyri kvinnur og menn, tá umræður útgjaldi av lívrentu.

Støðan í Føroyum í dag er, at menn við somu lívrentuuppsparing sum kvinnur, fáa umleið 13% hægri mánaðarligt útgjald. Orsøkin er, at útgjaldið tekur støði í væntaðum miðallivialdri hjá ávíkavist monnum og kvinnum.

Í londunum rundanum okkum er bann sett fyri hesi venju, m.a. tí at kynið er ikki einsamalt avgerandi fyri væntaðan miðallivialdur. Eitt nú vísa kanningar úr Danmark, at munurin ímillum miðallivialdur hjá akademikarum og ófaklærdum er 7-8 ár, meðan munurin ímillum kvinnur og menn er undir 4 ár. Sostatt hevur eitt nú útbúgving størri ávirkan á væntaðan livialdur enn kyn.

Tá tað kemur til fólkapensjón og Samhaldsfasta, verður ikki gjørdur munur grundað á kyn. Heldur ikki tænastumanna- og tingmannapensjónir gera mun. Høvuðsendamálið við eftirlønarlógini frá 2012 var, at fólk í størri mun skuldu klára at forsyrgja sær sjálvum fíggjarliga, tá tey gerast pensjónistar. Lógin hevur við sær, at við tíðini verður egin pensjónsuppsparing størri partur av samlaðu upphæddini, sum pensjónistar hava at liva av. So leingi munur verður gjørdur á kvinnum og monnum, hevur hendan gongdin við sær, at kvinnuligir pensjónistar gerast fátækari so hvørt egin pensjónsuppsparing gerst lutfalsliga størri partur av samlaðu pensjónini, meðan mannligir pensjónistar gerast ríkari. Spurningurin er, um hetta er ein gongd, vit ynskja. Frammanundan er pensjónsuppsparingin hjá kvinnum í miðal lægri enn tann hjá monnum, av øðrum orsøkum.

Tað er trupult at broyta treytirnar fyri lívrentutryggingar, sum longu eru teknaðar, tí tað krevur, at treytir hjá longu teknaðum lívstryggingum verða broyttar. Mælt verður tí til, at fyri lívrentutryggingar, sum verða teknaðar frá 1. januar í 2021, skulu somu treytir galda viðvíkjandi útgjaldi fyri bæði kyn.