Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Kvinnur á ting

2020-06-05 09:05

Kvinnur fingu í 1915 valrætt og valbæra til Løgting og Fólkating. Sostatt fingu kvinnur rætt at verða løgtingsmaður, landsstýrismaður ella løgmaður.

Fyrstu kvinnurnar vórðu valdar á ting í 1978, har okkara Karin Kjølbro var ein teirra.

Fyrsta landsstýriskvinnan varð sett í 1985, ið var okkara Jóngerð Purkhús. Tjóðveldi átti eisini fyrstu landsstýriskvinnur í fíggjarmálum, vinnu- og umhvørismálum og samferðslumálum umframt yngstu landsstýriskvinnuna. Undanfarna landsstýrið var fyrsta landsstýrið í Føroya søgu við fullari javnstøðu.

♀ 16 kvinnur hava verið landsstýrismenn

♀ 28 kvinnur hava verið løgtingsmenn

♀ 1 kvinna hevur verið løgmaður

Hesar kvinnur verða í dagligari talu og í miðlunum róptar løgtings- og landsstýriskvinnur – men á pappírinum eita tær enn menn.

“Eftir løgtingsvalið í 2019 eru bert 8 av 33 løgtingsmonnum kvinnur. Um tey, ið verða vald inn á ting, framvegis skulu verða rópt løgtingsmenn, landsstýrismenn, løgtingsformenn, nevndarformenn og løgmenn, kann mann seta spurnartekin við, hvørt Stýrisskipanin leggur upp til, at hesi skulu vera annað enn mannfólk. Tí er tíðin komin til at broyta hesar orðingarnar, so tær fevna um kynini” sigur Hervør Pálsdóttir

Tíðin er búgvin at sleppa kravinum um at løgtingskvinnur skulu eita løgtingsmenn.

Tjóðveldi