Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Kvinnufótbóltur í Føroyum

2019-04-02 15:25

Seinastu árini hevur FSF boðað frá, at kvinnufótbóltur skal uppraðfestast.

Um vit hyggia eftir landsliðum eru greið tekin um, at so er, og tað er at frøast um. Hyggia vit hinvegin eftir heimligu kappingini, er støðan ein heilt onnur.

Tað eru nógvar avbjódingar, og ein tann størsta er, at ov fáar gentur/kvinnur spæla fótbólt.

Ásannandi hesar avbjóðingar, settu umboð fyri 6 feløg seg saman tíðliga í heyst, fyri at gera eitt uppskot, har man kom við boðum uppá loysnir til avbjóðingarnar, sum eru í kvinnudeildini. Umðodini vóru allir venjararnir i Betri deildini hjá kvinnum, umframt onnur avvarðandi fyri kvinnufótbóltinum úti í feløgunum.

Uppskotið var umfevnandi og væl grundað, út frá gerandisdegnum úti í feløgunum. Helst vóru onkur lýtir eisini.

Umboð fyri feløgini vóru í november 2018 á fundi við fakliga partin í FSF, herundir mennararnar og tekniska stjóran. Har bleiv uppskotið lagt fram, og kappingarárið, sum var farið aftur um bak, varð eftirmett. Eingin niðurstøða bleiv gjørd á fundinum, men ein fekk eina greiða fatan av, at fólkini hinumegin borðið tóku í stóran mun undir við broytingunum, og tí vóru vónirnar heilt góðar um, at onkrar broytingar fóru at verða gjørdar til komandi kappingarár.

Tað, sum so hendi var, at kappingarnevndin viðgjørdi uppskotið og samtykti, at als ongar broytingar skuldu gerast. At tey ikki eru samd er í lagi, men tey eiga at koma við betri grundgevingum fyri síni niðurstødu. Einasta grundgeving feløgini hava fingið er, at avbjóðingin við kvinnudeildini er gomul, og er eisini kend frá unglingadeildini hjá dreingjum, og at eingin trygd er fyri, at avbjóðingarnar verða loystar við nýggja uppskotinum.

Um tað er vitan í FSF, at vit hava ein trupulleika, hví gera tey so einki við hetta? Er tað vegna manglandi evnir ella bert líkasæela? Hava hesi fólk ikki latið seg valt inn fyri at flyta føroyskan fótbólt frameftir, eisini kvinnufótbólt? Hesum standa vit spyrjandi eftir við.

Kappingin 2019
Kappingin 2019 kom seint út. Fyrst Betri deildin, síðani 2. deild og U18 gentur. Kappingarnar hjá 2. deild og U18 komu ikki út fyrrenn góða viku áðrenn kappingin hjá Betri kvinnum fór av bakkastokki.

At kappingarnar hjá U18 og 2. deild ikki byrja fyrrenn 3 vikur aftaná, at Betri deildin byrjar, er eisini harmiligt. Hetta ger, at fleiri leikarar enn ongan dyst hava fingið i beinini. Eitt annað, sum eisini er sera óheppið er, at dystirnir hjá 2. deild og Betri deildini liggja sama dag. Hetta fer at gera tað, at eykaleikarar í Betri deildini, ikki altíð hava møguleika at spæla við 2. deild, við tí úrslitið, at tær so, í alt ov stóran mun, ongan dyst fáa. Hetta er drepandi fyri fótbóltshugan hjá leikarunum, og hjálpir ikki uppá trupulleikan, við at tað eru ov fáar gentur/kvinnur, ið spæla fótbólt, tí hetta kann gera tað, at leikarar gevast við at spæla fótbólt, vegna manglandi spælitíð.

Eitt gott hugskot hevði verið at koyrt kappingina út til hoyringar úti í feløgunum, áðrenn hon verður fastlogd.

Betri deildin og steypakappingin
Kappingin hjá Betri deildini er frá 9. mars til 26. september. Hyggja vit at hesum, so er einki løgið í tí, men fer ein so í kalendarin og kannar, so er 26. september ein hósdagur. Tað vil siga at FM-vinnarin í Betri deildini hjá kvinnum, møguliga verður funnin eitt hóskvøld, um so er, at vinnarin ikki er funnin, áðrenn seinasta umfar. Hettar er heilt óskiljandi, og vóna vit, at her er hendur ein feilur.

Eitt annað, sum er merkisvert í kappingarskránni er, at øll deildin liggur still, tá EB/Streymur/Skála skal luttaka i Europa. Tað, at tær skulu luttaka i Europa, er ótrúliga spennandi hjá teimum, og alt gott um tað. Men hví skal kappingin her heima liggja still tá? Tað eru 5 lið í kappingini, og eitt lið situr yvir hvørt umfar. Tað skuldi borið til, at laga tað so, at tað er EB/Sreymur/Skála, ið situr yvir tað umfarið, og harvið minka um nógvu steðgirnar í kappingini.

Eitt ynski, ið var í uppskotinum, var at stytta summarsteðgin. Tað tykist, at FSF hevur havt hetta í huga, tá ið kappingin fyri 2019 bleiv løgd. Summarsteðgurin i Betri deildini er styttur úr 7 vikum, niður í 5 vikur, sum er gleðiligt. Leikarar hava síðani lagt sína frítið út frá hesum upplýsingum. Men 11. mars, 2 dagar eftir at landskappingin er byrjað, koma boð frá FSF um, at teir hava lagt steypakappingina um, orsaka av at eitt lið hevur trekt seg úr kappingini. Steypakappingin er broytt til bólkaspæl, soleiðis at vit kunnu fáa fleiri dystir í beinini, og tað frøast vit um. Tó eru nøkur punkt i steypakappingini, sum vit vilja vísa okkara ónøgd um.

1.     Fyrra hálvfinala er løgd at vera 3. juli, tað vil siga 11 dagar eftir, at landskappingin er farin í summarfrítíð. Hetta ger eisini, at summarfrítíðin hjá fýra av fimm liðum, nú bara er í 3 vikur. (Frá 3. juli, til landskappingin byrjar aftur 25 juli.). Hetta hevði verið í lagið, um boðini vóru komin tíðliga í januar, men at koma við tí 11. mars, eftir at feriur eru lagdar, er ikki i lagið. Sjálvandi vilja feløgini hava sterkastu manning til hálvfinalurnar, og tað verður ikki gjørligt, tá ið nógvir leikarar eru farnir í feriu tá.

2.     Hví ikki gera eitt alment lutakast um bólkarnar í steypakappingini, soleiðis at allur ivi verður skumpadur til viks, um at bólkarnir eru settir saman, so at ein fær bestu finalu burturúr. Vit sóu t.d. síðsta ár, at fleiri lutakast vórdu logd út á FSF-varpið. Hví er hetta ikki gjørt í ár?

 

Eftir sita vit við fleiri spurningum:

o   Vita nevndarlimirnir í FSF av, at ónogdin kring landið er stór, viðvíkjandi skipanini av kvinnufótbóltinum?

o   Um FSF ikki gongur á odda við at raðfesta kvinnufótbóltin, hvør skal so?

o   Hvat ætlar FSF/kappingarnevndin at gera við "gamla" trupulleikan, sum tey eru vitandi um í kvinnudeildini?

o   Hví er eingin opinleiki um lutakastið í steypakappingini? Tá vit kunna sita og gita, er opinleikin ikki nóg góður.

o   . Er tíðin ikki komin til, at FSF skipar seg so, at tað verða einstøk fólk við áhuga fyri kvinnufótbóltinum, ið koma at taka sær av kvinnusíðuni, og einans av tí?

 

Afturat hesum, vitja vit heita á FSF, um at flyta fyrru hálvfinalu úr summarfrítíðini, og um at leggia síðsta umfar i Betri deildini ein leygardag.

Vit vilja vera við til at menna kvinnufótbóltin, saman við FSF. Fyrsta stigið er tikið, tá hugsa verður um landsliðsfótbolt, og nú vilja vit vera við til at taka næsta stigið, og menna kvinnufótboltin í heimligu kappingini.

ÍF/Víkingur/B68