Semjusøkjandi samstarv í Ríkisfelagsskapinum gevur búskaparligan stabilitet, vælferð og góð úrslit fyri Føroyar

KVF dylur dekning av landsfundum

Svarið frá KVF um landsfundardekning er av tí veikara slagnum

Fyrst av øllum skal KVF hava eina tøkk fyri skjóta svarið, stovnurin er komin við.

Talvan, ið KVF hevur sett upp, er lítið áhugaverd, tí hon er als ikki nøktandi.

Orsøkin er, at KVF vil so gjarna dylja partar av dekninginum av landsfundunum hjá Sambandsflokkinum sammett við landsfundirnar hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi.

Mín høvuðskritikkur er, at KVF um vikuskiftið tók hópin av brotum burtur úr stroymingini hjá bæði Javnaðarflokkinum og Tjóðveldinum. Tað er als ikki nevnt í KVF-talvuni.

Tí er fakta, at KVF ger mun á flokkum.

Spurningurin er, hví KVF tók hópin av brotum burtur úr stroymingini hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, meðan ikki so mikið sum eitt einasta orð kom úr røðuni hjá formanni Sambandsfloksins?

KVF ger mun á flokkum, og tað eigur KVF at ásanna.

Og ongantíð betri, um tit ganga inn í tykkum sjálvar og læra av tílíkum til næstu ferð landsfundir verða.

Edmund Joensen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin