Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Kunnu vit vera einum havrannsóknarskipi fyriuttan?

2014-02-03 01:19

Grundarsteinurin hjá øllum fiskivinnutjóðum anno 2014 er eitt havrannsóknarskip, sum kann veita prógv og lívfrøðiligar kanningar gjørdar úti á tí stóra havi. Men enn einaferð, eru Føroyar í undantaksstøðu…

Magnus Heinason er havrannsóknarskipið í Føroyum. Uppgávurnar hjá einum havrannsóknarskipi eru m.a. at koma við lívfrøðiligum kanningum, sum vísa á, hvussu stendur til hjá fiskastovnum og æti í føroyskum sjóøki. Kanningarnar verða millum annað nýttar til at gera tilmæli til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, sum vísir á, hvussu nógv vit skulu fiska komandi árið. Kanningarnar hava stóran týdning fyri okkara samfelag, men eisini í altjóða høpi.
Tað er okkara skylda at hava vísindalig prógv og vitan um okkara tilfeingi, men keyparin setur eisini krøv m.a. at vit fiska burðardygt.

Týdningurin av einum havrannsóknarskipi kom serliga til sjóndar, tá ES stevndi okkum í fjør viðvíkjandi silda- og makreltrætuni. Vit vístu á, at nógvur makrelur var í okkara sjóøki, og at vit tískil kundu fiska kvotuna, ið vit sjálv ásettu okkum. Sambært ES vóru tey prógvini tó ikki haldbær. Við einum nútímans havrannsóknarskipi, ið kann virka undir sømuligum fíggjarligum korum, høvdu vit staðið munandi sterkari, tí prógvini høvdu tá kunnað verðið fleiri og betri.

Trúvirðið í vanda

Týdningurin av einum góðum og nútímans havrannsóknarskipi er alstórur. Royndirnar, ið havrannsóknarskipið kemur við, verða samanbornar við undanfarin ár. Orsakað av niðurlaging og væntandi fígging, hevur Magnus Heinason ikki kunnað gjørt neyðugu kanningarnar seinastu árini. Hetta kemur at merkja trúvirði í stóran mun, tí samanberingar og kanningar hanga ikki saman. Havrannsóknarskipið er fíggjarliga spert, og ikki hevur verið ráðiligt at farið fleiri túrar, tá ið tað líður móti árslok. ICES kann taka fyrivarni við kvalitetin á kanningunum, um túrarnir ikki eru regluligir og túratalið ikki er høgt nokk.

Eingin ivi er um, at eitt føroyskt havrannsóknarskip eigur at raðfestast munandi hægri frá politiskari síðu. Magnus Heinason, ið nú er um at fara á pensjónsaldur, varðir ikki leingi afturat.
Tað er bert ein spurningur um tíð, til hann siglir sín seinasta túr.

Føroyar sum miðdepil

Føroyar, sum fiskivinnutjóð, kann ikki vera eitt fiskirannsóknarskip fyri uttan.Tað er av alstórum týdningi at vit byrja at síggja møguleikarnar í hesum landinum. Landið má gera neyðuga íløgu í eitt fult útbúgvið rannsóknarskip, raðfesta útbúgvingar innan maritima økið og byrja at taka granskan innan fiskivinnu í álvara. Soleiðis kunnu Føroyar vinna sín sjálvsagda sess, sum maritimur miðdepil í øllum heiminum.

Vegna Unga Tjóðveldið
Elsa Berg og Katrin Dahl Hanusson