Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Kristna trúgvin er týdningarmikil

2013-07-29 22:20

Á ólavsøku síggja vit politikararnar fara í kirkju. Tað minnir meg á, at tann kristna trúgvin hevur ein ómetaliga stóran týdning.

Fyri meg hevur hon mestsum alt at siga. Trúgvin á skaparan gevur meining í lívinum og gevur mær nakað øgiliga grundleggjandi at liva fyri. Hon vísir eisini, hvussu man eigur at liva rætt og fyri meg gevur tað nøgdsemi og lívsgleði.

Kristna trúgvin hevur í stóran mun verið eitt lívsgrundarlag fyri nógv menniskju upp ígjøgnum øldirnar. Kristindómurin sum trúgvin er bygt á hevur ógvuliga sterkt søguligt grundarlag. Jesus er høvðuspersónurin har kristindómurin er bygtur á hansara orð og har evangeliini eisini eru bygt á eygnavitnir sum sóu og fylgdust við Jesusi. Jesus segði, elska næsta tín sum teg sjálvan, æra faðir tín og móður tína, elska gud av øllum hjarta tínum, av øllum huga tínum, av allari styrki tíni og av allari sál tíni. Jesus segði ongantíð, at vit skulu hata ella drepa nakran.

Fleiri gudloysingar útpensla kristindómin sum barbariskan, men einki gevur meiri innihald enn tann kristna trúgvin sum júst vísir okkum til kærleika og frið. Kærleika og frið við gud og okkara næsta.

Gud er ikki óndur, men kærleiksfullur og umsorganarfullur og ein friðarins gud. Tað hevur hann prógva.

Fyri meg gevur trúgvin á gud alt tað sum eg leingist eftir innast inni og eg trúgvi ikki at eg hevði klára at liva eitt lív við meining uttan mína trúgv. Øll leingast eftir onkrum, nógv leita í materialismuni eftir tí sum tey leingast eftir innast inni, men finna tað ikki har. Tað sum eg leingist eftir innast inni havi eg funni í trúnni á gud og skaparan, tí kann eg liva eitt lív í frælsi og gleði og friði sum materialisma og annað ikki kann geva mær.

Trúgv hevur stóran týdning fyri samfelagi, tí at hon minnir okkum á tey virðini og tann grundvøllin sum kristindómurin hevur givið okkum og sum gevur okkum eitt gott og trygt samfelag. Trúgv, ella átrúnaður sum summi siga, byggir samfelag og savnar menniskju sum hava ymiskar lívsbakgrundir og meiningar, ymiskar útbúgvingar og annað. Tað haldi eg er fantastiskt. Fíggindaskapur spjaðir, kærleiki og friður savnar og her ger okkara trúgv so øgiliga stóran mun, nemliga tað at hon ger at vit hava kærleika og frið og ikki fíggindaskap og hatur.

Á okkara landi hava vit nógv at verða takksom fyri og spælir okkara trúgv ein sera stóran leiklut. Eisini moralskt minnir okkara trúgv á, at vit eiga at gera tað sum er gott og hevur okkara samvitska nógv at siga her. Moralur er objektivur og er ikki nakað sum vit avgera sjálvi.

Kristindómurin er relevantur og ikki gamaldags. Tí mugu vit minnast til, at stílur og traditiónir broytast og mugu vit tí ikki halga okkum til gamlar traditiónir og verða fullkomiliga bundin í teimum, men lata okkum taka við nýggjum stílum og nýggjum traditiónum. Men tað mest grundleggjandi undir kristindóminum og kristnu trúnni broytist ikki og skal ikki broytast.

Eg haldi, at trúgv er umráðandi fyri okkara samfelag. Hava vit nóg stóra virðing fyri henni?

Vit mugu undir øllum umstøðum ikki bróta frá henni.