Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Kristján Skúli


Áhugavert at LS nú kemur við eini útmelding um støðuna hjá Kristján Skúla Ásgeirsson. Eisini gleðiligt at hoyra sjúkrahússtjóran undirstrika í tíðindunum, at als einki er at seta á viðgerðina ella trygdina á Bróstamiðstøðini í Reykjavík. Trupulleikin er hinvegin, sambært Ronnie Midjord, at Kristján Skúli ikki longur starvast á almenna Landspitalinum.
Hetta er als ikki ein nýggj støða, ti Kristján Skúli hevur starvast á Bróstamiðstøðini síðani sep 2015, og núverandi avtalan varð gjørd við nettupp Bróstamiðstøðina og ikki Landspitali.
At byrja við, skurðviðgjørdi Kristján Skúli føroyskar sjúklingar á Landspitali í Reykjavík, men seinni varð avgjørt at leggja sjúklingarnar undir skurð heima í Føroyum á LS. Her var tó so stórt trýst á skurðstovunum, at ringt var at fáa tíð nok til hvørja skurðviðgerð, og tá Bróstamiðstøðin so lat upp í sep 2015, varð avtala gjørd um, at føroyskir sjúklingar framyvir skuldu skurðviðgerast á Bróstamiðstøðini, sum hevur 4 skurðstovur.

Fríggjadagin segði læknastjórin við kvf.fo, at ætlanin er at savna viðgerðina, har serfrøðin er størst ...á einum almennum sjúkrahúsi í Danmark. Tað verður trupult at finna ein bróstaskurðlækna í Danmark við somu serfrøði og royndum sum nettupp Kristján Skúla og hetta vísir tíverri, at hugurin hjá LS at gera bróstkrabbaviðgerð til danskt øki aftur vigar tyngri enn atlitið til sjúklingin. Fyrst tá eg læs tað, fekk eg eina vón, men so eftir at hava lisið umaftur, so er slettis ongin vón. Sum nú er, so starvast Kristján á LS januar mánað út, so har er einki hald í, at hann skal arbeiða fyribils til 1. februar. Tað ger hann longu sum nú er. At LS meldar út, at tey vilja taka ein fund við hann, tá hann kemur til Føroyar aftur í desember og hyggja eftir avtaluni, fyri síðani at hava fund við Ríkissjúkrahúsið og Krabbameinsfelagið, fyri so at taka eina avgerð, sigur mær somikið sum, at hetta virkar meira sum taktikkur hjá LS, fyri at fáa okkum føroyingar at leggjast á eina lullipútu og halda at alt nú fer at koma í rætt lag.
Eg vil heita á kvinnur og menn, avvarðandi og øll sum ynskja Kristján Skúla at halda áfram, um at fara inn og seta teirra undirskrift á okkara mótmæli.
Eg vil koma við einari rætting, aftaná at hava hoyrt útvarpið í kvøld, og tað er, at avtalan var gjørd við Kristján, tá hann hevði sína egnu klinikk.
Onkur viðmerking var at hoyra frá onkrum føroyskum lækna, at Kristján var so diggutur. Tað eri eg í hvussu er glað fyri, at hann var. Sum ein ung kvinna, hevði tað verið ræðuligt, at vakna upp, og hava tvey ymisk bróst, ið ikki sóu pen út. Eg eri sera takksom fyri úrslitið, og at hann gjørdi sær so góðan ómak. Hann hevur ta eyka útbúgvingina sum plastskurðlækni, okkum kvinnum til gagns.
Skal nú ein danskur kreftpakki gera, at ungar kvinnur við børnum, noyðast til dk at skurðviðgerast, fáa kemoviðgerð og stráluviðgerð og vera har í eitt ár. Hvør skal taka sær av børnunum? Sum nú er, hevur sjúklingurin verið lagdur undir skurð í Íslandi, fingið kemo í Føroyum og verið til stráluviðgerð í Í slandi. Eg síggi als ongan trupulleika í hesum, bert fyrimunir. Serfrøðin vil altíð verða hægri á einari privatari klinikk, enn á einum almennum sjúkrahúsi. Vónandi fer samstarvið við Kristján Skúla at halda áfram, tað er mín inniliga bøn.
Mary Antonsdóttir