Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Kringvarpið lærdi meg at hata Ólavsøkuna.

At Kringvarpið sendur beinleiðis frá Ólavsøkuni gevur góða meining, tí hetta er jú ársins størsta fólkatiltak, og tað liggur sera væl fyri. Fyrr var hetta sera hugnaligt at lurta-, og hyggja at. Og enntá fara til. Men tað hevur verði alsamt meira trupult seinastu uml. 10 árini. Tað hevur tó verði til at klára, eftir sum tað bert er tveir dagar um ári. Nú haldi eg tó at tað er fari ov langt. Fleiri ferðir í somu sending, merki eg eitt lítið sting í hjarta. Har hoyrist ein óvani millum Føroyingar, - kanska mest Havnarfólk – har tey kalla eina stevnu í Havn fyri tjóðarhátíð.

Lat meg sláa fast, at Ólavsøkan er sera hugnalig og savnandi. Men hon er eisini, fult og heilt, ogn hjá Havnarfólki. Fyrireika av Tórshavnar kommunu og øðrum feløgum í Havn. Og mest sum hvør tann einasti Ólavsøku sangur er um Havnina, og ikki um Føroyar. Hon er eisini avmarka til eitt lítið øki í Tórshavn. Umleið ein tríkantur millum báðar bátahyljarnar og sjónleikarhúsið. Hevur man ikki verði innanfyri hetta avmarkaða øki. Ja, so hevur man ikki verði á Ólavsøku. Og at siga seg halda Ólavsøku aðra staðni í landinum, ella uttanlanda, er beinleiðis møsn. Antin fer man á stevnu, ella fer man ikki á stevnu.

Hetta fyribrigdi við ’tjóðarhátíð’ hevur nú vundið so nógv uppá seg, at yngsta ættarliði trýr uppá hesi ósannindi. Enntá er tað komið har til, at tað stendur í orðabókini. Og lýsingar frá stórum føroyskum feløgum, á Facebook og aðrastaðni, fáa útlendingar at halda. At ein stevna í Tórshavn er "national day", ið umboðar allar føroyingar. Hesin stórlætisørskapur frá Kringvarpinum og havnarfólki, og fákunna frá fólki annars, drepur mín hug til at stuðla Ólavsøkuni. Og eg eri vísur í, at eg ikki eri einsamallur. Eg velji at trúgva, at enn er vón fyri Føroyingum. Og tað kemur ein dagur, har vit fáa eina veruliga tjóðarhátíð.

Ólavsøka hevur fingið ein heiður, ið ikki er uppiborin. Eina falska tign.

Heimkærur føroyingur.