Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Kringvarpið enn einaferð í leiðsluloysi og ruðuleika

Mentanarpolitikkur - 

Føroyingar standa enn einaferð við einum Kringvarp Føroya (KVF) í leiðsluloysi og ruðuleika. Landsstýriskvinnan í Mentamálum, sum hevur evstu politisku leiðsluábyrgd á økinum, hoyrist onki til, stýrisformaðurin goymir seg og núverandi og táverandi politikarar standa í langari røð fyri at sleppa framat at vaska hendur og soleiðis flýggja undan ábyrgd. Men, hvørjir eru veruligu trupulleikarnir, hvussu er leiðsluábyrgdin býtt upp og hvørjar avgerðir eru neyðugar at taka?

Eitt siviliserað samfelag við fólkaræði og frælsi

Løgtingið samtykti í 1956 at stovna eitt alment útvarp í Føroyum. Útvarp Føroya byrjaði sínar sendingar 6. februar 1957 og alment sjónvarp byrjaði 1. apríl 1984.

KVF er sett í verðina til at savna, bjóða av og upplýsa Føroyar. Í útvarpi, í sjónvarpi og á netinum vilja tey skapa føroyska mentan og journalistikk, sum kann vera við til, at vit savnast um felags upplivingar, geva upplýsingar til umhugsni og geva góðan íblástur til samrøður og kjak.

KVF er fyri øll - uttan mun til aldur, fjølmiðlavanar, inntøku o.a.

Vit tosa her um okkara tjóðarkringvarp sum eitt fjórða statsvald, sum skal vera á varðhaldi - fylgja við og kunna um, hvat hendir í samfelagnum og politisku skipanini, vera mentanarberi og virka fyri framhaldandi tjóðarbygging. Harumframt eru tað aðrar ítøkiligar uppgávur, sum ásettar eru í einum Public Service-sáttmála millum Mentamálaráðið og KVF.

Vit skulu sjálvandi hava ein almennan fjølmiðil, sum kann virka eftir hesum endamálunum og sum í sínum dagliga tíðindaflutningi kann virka fyri, at fólkaræði og frælsi standa í blóma og mennist.

Virkisgrundarlag og etikkur hjá einum fjølmiðli

Etiska grundarlagið ella virðisgrundarlagið hjá einum kringvarpi eigur at vera t.d.:

- Trúvirði og álit - nágreiniligt research, heiðurligheit og rættleiki, onga fjalda dagsskrá

- Óheftni - ikki lata seg ávirka og stýra av búskaparligum áhugamálum og politiskum seráhugamálum. Ongin ivi um integritet hjá starvsfólkunum

- Fjølbroytni - fair yvirfyri øllum pørtum, hugsanum og sjónarmiðum umvegis ópartískan og kritiskan journalstikk. Ikki favorisera ávísar samstarvspartnarar og áhugamál

- Margfaldni - eina skrá, sum vendir sær bæði til tey mongu og tey fáu við evnum og sjónarmiðum. Stuðla undir pluralismu (fleirtáttað sjónarmið) og samanhangsmegina í samfelagnum, og veita tilboð til bólkar við serligum tørvi og áhugamálum

- Dygd - hækka støðið á undirhaldi, etikki og kreativiteti á føroyska fjølmiðlamarknaðinum

- Kreativitetur - drívmegi innan innovatión og nýhugsan á fjølmiðlarmarknaðinum. Menna nýggjar talentir og skapa møguleikar fyri onnur at virka og gera sendingar

- Opinleiki - bjóða til samstarv og hava opinleika, vísa beinasemi og vera dialogsøkjandi yvir fyri borgum og áhugamálum. Kennast við egnar feilir, læra av teimum og rætta mistøk

- Ábyrgd - KVF skal vera til gagns fyri kringvarpsgjaldarar, t.v.s. búskaparliga effektivt, við stórum gjøgnumskygni og virka út frá nútímans leiðslu-idealum um samstarv og luttøku ella involvering av starvsfólkunum. Harafturat koma etiskar reglur og pressu-siðvenjur

Kelda og inspiratión: Danmarks Radio

Spurningurin er so, um KVF livir upp til hetta etiska grundlag og um tað í leiðsluhøpi og starvsfólkahøpi, verður arbeitt við og ímóti hesum meginreglum. Spurningurin er eisini um leiðslan (stýrið og stjóri) megnar at føra hesar meginreglur út í lívið saman við starvsfólkunum og hvør metir um og avgerð, at hetta er tað, sum veruliga hendir.

Leiðslutrupulleikar og avleiðingar

Vit kunnu staðfesta, at spurnartekin aftur og aftur verður sett við, hvørt KVF livir upp til tað, sum stovnurin er settur í verðina til, og seinastu árini er talan um nógvar útskiftingar av stjórum - ein turbulent tíð fyri starvsfólkini.

Alt byrjar við formligu kørmunum, sum politiski myndugleikin setir á økinum og síðan, hvussu landsstýrisfólkið umsitur hetta økið og stovnin, hvussu Mentamálaráðið umsitur økið og stovnin, hvussu stýrið visjónert og strategiskt leiðir og stýrir á stovninum og hvussu stjórin leiðir og stýrir til dagligt og fyllir út strategisku málini saman við starvsfólkunum.

Ongin keta er sterkari enn tað veikasta liðið, t.v.s. ein skeiv politisk avgerð um, hvussu eitt stýrið skal mannast og hvør skal leiða stýrisarbeiði, kann hava við sær, at alt hetta seyðrar niður gjøgnum organisatiónina við teimum óhepnu avleiðingum, tað nú einaferð fær.

Tað óhugnaliga er, at ávísir politikarar og flokkar liva av teimum trupulleikum, sum KVF hevur og hava onki í móti at halda lív í óhepnu støðuni. Harvið gerst ein slíkur stovnur ein politisk kastibløka, sum aftur forpestar etisku fatanina av hesum stovninum. Heldur skuldi hesir somu lóggevarar roynt at fingi stovnin aftur á beina kós, viðvirka til upprudding í skipanini og skapa støðugar og tryggar karmar fyri virkseminum.

Tað er tí onki at ivast í, at politiska toppleiðslan í Mentamálaráðnum hevur svikið sína ábyrgd og skyldir gjøgnum seinastu nógvu árini - og tað heldur bara fram.

Hvat slag av organisatión er Kringvarpið

Tað, sum eyðkennir KVF er m.a., at framleiðslukjarnan er týdningarmesti parturin í virkseminum - tíðindaframleiðsla og aðrar sendingar. Vit tosa eisini um høga spesialisering, og um ein form fyri massaframleiðslu, har effektivitetur og produktivitetur er avgerandi.

Tað, sum annars eyðkennir KVF er:

- Vitanartung organisatión - fakspesialistar, ráðgevarar, akademikarar, stór út­dele­gering av uppgávum og ábyrgd

- Kompleks og kompliserað organisatión - fleiri eindir, deildir og fakbólkar

- Starvsfólkatung organisatión - førleikamenning, royndir, toymis­arbeiði og trivnaður

- Lóggáva og reglur fyri virksemi - formelt regulerað og stýrt

- Nógv leiðandi og fakliga kompetent starvsfólk - verða stjóri fyri nógvar leiðarar, fakligar einstaklingar og onnur starvsfólk

- Nógvir áhugabólkar - Stakeholder Management

- Politiskur áhugi fyri virkseminum á stovninum

- Samband við flest allar føroyingar - í fólksins tænastu

Talan er tí um stóra búskaparliga, fyrisitingarliga, starvs­­fólkliga, framleiðsluliga, form­liga og etiska ábyrgd, sum leiðslan skal liva upp til.

Tí má finnast ein leiðaraprofilur, sum svarar til tørvin júst hjá hesari serligu organisatiónini - her verður hugsað um persónligar, sosialar og fakligar førleikar hjá einum stjóra.

Eitt professionelt stýrið

Stýrið fyri KVF er tað vit kunnu kalla eitt professionelt stýrið, sum er eyðkent við, at limirnir hava ávísar fakligar førleikar og við einum góðum toymisarbeiði í stýrinum kunnu strategisku leiðsluuppgávurnar verða loystar eftir lógum og reglum, fakliga væl o.a. Harafturat er neyðugt við leiðsluroyndum og øðrum fakligum royndum hjá teimum, sum manna stýrið.

Endamálið við at hava eitt stýrið er m.a. at tryggja óheftni frá politiska myndugleikanum og øðrum áhugabólkum, tryggja effektivitet og produktivitet og annars kunna virka skjótt og rætt í einum dynamiskum umhvørvi.

Leiðsluskipanin er tvey-streingja, sum merkir, at landsstýrisfólkið hevur sína greiðu leiðsluábrygd og stýrið sína greiðu leiðsluábyrgd, og skulu ikki blanda leiðsluuppgávurnar saman hjá hvør øðrum. Hinvegin kann verða neyðugt at samskipa ávísar strategiskar loysnir og avgerðir. Hetta merkir, at hvørgin partur skal sósa hvønn annan inn í uppgávur, sum teir hvør sær eiga at loysa og taka ábyrgdina av. Hetta merkir eisini, at íkemur ein støða við trupulleikum, so skal hetta adresserast og loysast á røttum stað.

Hvør hevur ábyrgdina - trupulleikar byrja oftast í toppinum

Tað er púra greitt, at tað er landsstýriskvinnan í Mentamálum, sum hevur alla ábyrgdina av støðuni í KVF við afturvendandi leiðslutrupulleikum - sjálvt um hon velur ikki at taka avgerð og handla yvirfyri stýrinum ella virkar passiv og initiativleys.

So trupulleikarnir í hesum føri byrja í politisku toppleiðsluni í Mentamálaráðnum og spreiða seg nú sum ringar í vatninum niður gjøgnum organisatiónina í KVF.

Vit kunnu siga, at eru trupulleikar við einum stjóra, so er tað stýrið, sum fyrst stendur fyri at loysa teir trupulleikar, sum eru við stjóranum.

Halda trupulleikarnir fram ella eru afturvendandi leiðslutrupulleikar, sum í hesum føri, so er tað ábyrgdin hjá landsstýriskvinnuni at lata stýrið standa til svars fyri sínum leiðsluarbeiði og um neyðugt at skifta stýrið ella formann út.

Bara á henda hátt og við hesiari raðfylgjuni er tað møguligt at tryggja, at øll leiðsluliðini virka eftir endamálinum.

Hvørjar avgerðir eru neyðugar at taka

Tað er landsstýriskvinnan í Mentamálum, sum hevur evstu ábyrgdina av afturvendandi leiðslutrupulleikunumí KVF og ongin annar.

Og tá tey í stýrinum, sum av henni eru sett at taka sær av strategisku leiðsluni og seta og loysa úr starvi stjóran, ikki gera sítt arbeiði til fulnar ella taka nakrar skaðiligar avgerðir, so eigur tað at fáa avleiðingar fyri tey.

Men tað ófatuliga er, at landsstýriskvinnan hvørki úttalar seg alment, tekur avgerðir mótvegis stýrinum ella handlar.

Trúgvi tí ella ei, men eftir øllum at døma, so sleppur verandi stýrið enn einaferð at seta nýggjan stjóra! Hetta sleppur stýrið hóast tað skal veljast av nýggjum um fáar mánaðir.

Og hetta sleppur stýrið við sínum egnu grundgevingum um, at tá tað hevur verið við til at skapt allar hesar trupulleikar, so skal tað eisini sleppa at rudda upp eftir sær.

Men ein onnur saklig grundgeving er væl, at hetta stýrið hevur víst ein slíkan inkompetansa gjøgnum fleiri ár, at tað kann ikki sleppa at seta fleiri stjórar, og eitt møguligt nýtt stýrið skal ikki dragast við ein ódugnaligan ella skeivan stjóraprofil, sum verandi inkompetentað stýrið hevur sett.

Tað einasta rætta í løtuni er at skifta alt stýrið út og lata eitt nýtt stýrið seta nýggja stjóran.

Hesin passivitetur og strussapolitikkur hevur bara við sær, at skaðin gerst enn størri og leiðslutrupulleikarnir halda fram.

So nú er løgmaður eftir at koma inn í málið - hann, sum hevur eftirlit við landsstýrisfólkunum.

Handlar løgmaður heldur ikki, so er bara Løgtingið eftir.

Vit hava ábyrgdina bæði av tí vit gera og tí vit lata vera við at gera!

Johan Dahl

RN