Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Kravið má vera líka løn fyri líka arbeiði

2014-06-23 19:14

Ein ráðstevna um javnstøðu hevur akkurát verið, har millum annað lønarmunurin á tradisjonellum kvinnustørvum varð nevnd sum ein trupulleiki – og tó vil man einki gera, bara snakkað. Eisini vita vit, at vit hava undirskot av kvinnum, og hetta ávirkar burðartalið og í seinna enda eisini samfelagsbúskapin á ein neiligan hátt. Hetta millum annað tí flestu kvinnu fara ikki at hava eina líkinda eftirløn, tær hava heilt einfalt ongantíð forvunni eina nóg góða løn. 

So samfelagið eigur at vita, at vit hava ein trupulleika. Ein hjálp til at fáa loyst hendan trupulleikan er at stuðla upp undi,r at námsfrøðingar fáa betri setanar- og lønarviðurskiftið. Sjálvandi.
Skattalættar til tey ríku setur ikki gongd á búskapin, tað haldi eg, okkara egnu hagtøl um lønargongdina vísa. Tí um samgonguætlanin við skattalættanum til tey ríku var, at gongd kom á búskapin, so miseydnaðist tann ætlanin fullkomiliga.
Hinvegin hevði betri løn til láglønarbólkar, kvinnubólkar, millum annað námsfrøðingar, púra vist givið eitt betri ískoyti til landsbúskapin og sett gongd á. Tí tað er rættuliga vist, at næstan alt hevði komið inn aftur í skattum og líknandi, tí lønirnar eru ikki so stórar, at ráð eru til at spara nakað serligt saman. Alt fer til nýtslu. Betri løn hevði púra vist eisini hjálpt upp á hugin hjá kvinnum at hildi áfram at stríðast á okkara klettum.
Tað hevði komi væl við hjá øllum hesum námsfrøðingunum at fingið betri løn og setanarviðurskifti. Men fíggjarmálaráðharrin situr enn og fortelur námsfrøðinginum, at hann ikki er verdur eina betri løn. Heldur ikki tá hann skal arbeiða innan skúlans gátt, skal námsfrøðingurin hava rætt til líka løn og setanarviðurskifti, sum starvsfelagar hansara í skúlunum hava. Hetta er ikki ein haldbar støða.
Tað eru fleiri, ið halda, lønarmunurin skal verða verandi, men grundgevingarnar eru ymiskar – her eru nakrar:
- Søguliga eru námsfrøðingar lægri lønt, og tí skal lægra lønin halda áfram.
- Tí námsfrøðingar hava ikki ein “ordiliga” útbúgving á jøvnum føti við læraraútbúgvingina.
- Tí arbeiðið hjá námsfrøðingum ikki er heilt so týdningarmikið, sum lærararaarbeiði í skúlunum er.
- Tað hevði veri “ósolidariskt” av námsfrøðingunum, sum arbeiða innan skúlanskipanina, at fingið betri løn enn tey, sum arbeiða á dagstovnunum.
So av berum samhaldsfesti skulu námsfrøðingarnir góðtaka verri løn og setanartreytir enn starvsfelagarnir í skúlunum. Starvsfelagar, ið hesir somu námsfrøðingar hava gingið á Fróðskaparsetri saman við, tikið útbúgvingarpartar saman við, skrivað uppgávur saman við – við líka langari útbúgving, við líknandi krøvum, og sum fyri báðar partar endar við einum bachelorprógvi.
Sjálvandi eru arbeiðshættirnir ymiskir – annars var helst eingin orsøk at hava tveir starvsbólkar inni í skúlunum - men at siga annan arbeiðsháttin vera minni týðandi enn hin og harvið hava uppiborið minni løn ber illa til.
Og annars, so fer eingin illa av, at annar fer væl.
Málið á arbeiðsmarknaðinum eigur at vera líka løn fyri líka arbeiði, og vit kundu byrjað í skúlunum. Tíðin er búgvin til tað nú.

Jógvan Philbrow
næstformaður, Føroya Pedagogfelag