Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Koyrikort til eldri aftur á løgtingsbreddan

Landsfelag Pensjónista vónar, at løgtingið hesaferð tekur undir við uppskotinum um broytta áseting um gildistíð fyri koyrikort til tey eldru

Komandi mikudag, 19. sept. 2018, verða fleiri lógaruppskot løgd fyri Løgtingið.

Millum hesi er eitt uppskot frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um broyting í løgtingslógini um ferðslu og snýr seg um gildistíð fyri koyrikort til tey eldru.

Hetta er aðru ferð, at eitt slíkt uppskot um gildistíð fyri koyrikort til eldri kemur fyri. Fyrru ferð var í undanfarnu tingsetu. Ein meiriluti í løgtinginum tók ikki undir við uppskotinum, sum Landsfelag Pensjónista annars fegnaðist um eftir at hava havt uppskotið til hoyringar. Uppskotið fall.

Nú Kári P. Højgaard enn einaferð leggur løgtingsuppskot fram um sama evni, men eitt sindur broytt, tekur Landsfelag Pensjónista framvegis undir við koyrikorts-uppskoti løgtingsmansins.

Somu viðmerkingar felagsins frá 25. febr. 2018 til fyrra uppskotið fylgja tí við hesum seinna koyikorts-uppskotinum.

Burtur við aldursdiskriminatión
Viðmerkingarnar frá februar í ár til uppskotið um broyting í løgtingslóg um ferðslu, sum táverandi formaður Arne Thorsteinsson vegna Landsfelag Pensjónista skrivaði undir, eru soljóðandi:

Landsfelag Pensjónista tekur undir við uppskotinum og fegnast um, at nevndu broytingar verða gjørdar soleiðis, at aldursmarkið við koyrikorti verður strikað.

Landsfelag Penjónista skilir ikki, hví tað skulu verða sett størri krøv til eldri bilførarar í Føroyum, enn tað verður gjørt í okkara grannalondum og mælir tí til, at lógin verður broytt.

Við hesi broyting verður eisini minkað um aldursdiskriminatión mótvegis teimum eldru.

Eina sakliga grundgeving hevur ferðslu-, bygnings- og íbúðarministarin Ole Birk Olsen (LA), ið hevur fráboðað: “Der er ikke noget videnskabeligt belæg for, at ældre er til større fare i trafikken end andre aldersgrupper. Faktiskt viser undersøgelser af uheldsrisiko, at ældre er gode til at overholde fartgrænser, og at de har en lav risikovillighed. samtidig har det meget stor betydning for de ældres mobilitet og livsglæde, at de på egen hånd kan komme fra A til B og handle, eller besøge familie og venner.

Derfor vil vi i regeringen nu gøre op med et forældet regeltyranni og fjerne et alderskrav, som er til mere skade end gavn.

Ud over en fjernelse af alderskravet lægger lovforslaget op til at skærpe anvendelsen af det lægelige kørselsforbud og indberetningspligt i tilfælde af, at en ældre er til fare for sig selv og andre.”

Vónandi tekur Løgtingið undir við hesum uppskoti til broyting í ferðslulógini.

Beate L. Samuelsen, forkv.
Landsfelag Pensjónista