Kortanei til gjald fyri heimasjúkrarøkt

Samgongan hevur sett sær fyri miðvíst at niðurbróta okkara vælferðartænastur. Seinasta átaki er, at rætturin til ókeypis heimasjúkrarøkt verður avtikin. Hetta verður gjørt í samband við at eldraøki verður lagt út til kommununnar. Ìstaðin verður ásett, í nýggju lógini, at kommunurnar kunnu krevja gjald frá borgaranum fyri tænasturnar, og at landsstyrismaðurin ásetir, í samráð við kommunurnar, nærri reglur um gjald eftir stk. 1.

Heimasjúkrarøkt er til allar borgarar
Heimasjúkrasystratænastan fevnir um allar persónar sum eru staddir í Føroyum, uttan aldursmark. Arbeiðið fevnir um sjúkrarøkt, herundir sjúkuviðgerð eftir læknaávísing, umsorgan og almenna heilsuvegleiðing, sum hóskar til tørvin hjá sjúklinginum. Vegleiðing og hjálp, uppsøkjandi arbeiði í samstarv við læknaligan og sosialan serkunnleika til persónin ella familjuna, sum hevur serligan tørv á tí.Røkt av mammum í heiminum í eftirbarnsburðartíðini og sjúkrafyribyrgandi arbeiði.

Onki við eldrarøktina at gera
Staðfestingin av, at heimasjúkrarøkt fevnir um allar borgarar, er ein greið staðfesting av, at hetta onki hevur við eldrarøktina at gera. Víðari verður tosað um sjúklingar. Vanlig fatan er, at sjúklingar hoyra undir heilsuøki, tí kann hetta illa síggjast sum annað enn ein byrjan antin at sundurliða heilsuverki og/ella at leggja heilsuverki, heilt ella partvíst út til kommununnar.

Eldraøki skálkaskjól
Samgongan nýtir eldraøki sum skálkaskjól fyri at avtaka nøkur grundleggjandi rættindi, ið hoyra vælferðarsamfelagnum til. Tað er ein grundleggjandi rættur, at fáa ókeypis sjúkrarøkt á sama hátt, sum vit øll hava rætt til ókeypis sjúkrahúsviðgerð. Sjálv uppgávan, at veita ókeypis heimasjúkrarøkt til allar borgarar, hevur ikki nakað við eldraøki at gera. Ì dag eru tað 177 persónar yngri enn 67 ár, ið fáa heimasjúkrarøkt. Hesir verða nú lagdir út til kommununnar, saman við eldrarøktini, samstundis fær kommunan heimild at taka gjald fyri hesa tænastuna, ið higartil hevur verið ókeypis fyri borgaran.

Sjúkrarøkt eftir støddini á pengapunginum
Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvussu nógv tað ferð at kosta einstaka borgaranum, at fáa heimasjúkrarøkt. Ikki minni áhugavert hevði tað verið, at fingið at vita, hvussu vanligi løntakarin skal hava ráð at gjalda fyri hesa tænastu, um viðkomandi kemur soleiðis fyri, at hon hevur brúk fyri heimasjúkrarøkt. Ella er ætlanin, at okkara samfelag skal vera sum tey londini, har bert tey, ið hava ráð, fáa sjúkrarøkt og hini, mugu verða hana fyri uttan.

Javnaðarflokkurin kann undir ongum umstøðum góðtaka, miðvísu herferðina hjá samgonguni mótvegis okkara vælferðarskipanum, tí siga vit kortanei til at avtaka rættin til ókeypis heimasjúkrarøkt.

Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna