Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

KORONA-KANNA ØLL, IÐ KOMA TIL FØROYAR - SJÁLVANDI!

2020-06-12 06:39

Hví lata landamørkini upp uttan Covid-19 kanningar av øllum, ið koma til Føroyar?

Landsstýrið hevur fráboðað, at 15. juni verða landamørkini í Føroyum latin upp mótvegis Íslandi, Grønlandi og Danmark. Eftir 15. juni verður ikki neyðugt við sóttarhaldi fyri borgarar úr hesum londum. 

Tá Danmark boðaði frá, at nú fór Danmark at lata upp fyri borgarum úr Týsklandi og Noregi, varð fráboðað frá landsstýrinum, at nú vóru borgarar úr Týsklandi og Noregi eisini vælkomnir til Føroya, uttan sóttarhald, 15. juni. 

Í dag hevur Finnland fráboðað, at tey lata upp mótvegis Norðurlondum og Baltisku londunum – tó ikki Svøríki. ES hevur eisini fráboðað at ynskt verður at øll ES lond lata upp mótvegis hvørjum øðrum 15. juni. Sjálvt Spania hevur fingið áheitan um, at lata teirra mørk upp mótvegis øðrum ES londum 15. juni. Sum kunnugt er Danmark eitt ES land, og verður tí væntandi opið til Danmarkar úr flestu europeisku londunum fyrsta dagin. Harvið verður eisini opið til Føroyar – um landsstýrið heldur somu kós sum higartil.

Samstundis hevur landsstýrið onki lógaruppskot lagt fyri Løgtingið um, at krevja, at øll, ið koma til Føroyar skulu Covid-19 kannast. Hinvegin verður lagt lógaruppskot um heimild, at kunna stongja matstøð og skeinkistøð. 

Sum skilst hevur landsstýrið enn onga loysn, tá umræður at fremja Covid-19 kanningar av øllum, ið koma til Føroyar. Fráboðað er eisini, at latið verður upp 15. juni uttan at kanna øll, ið koma til Føroyar. Hetta er ein váði fyri okkara fólk og samfelag. Kostnaðurin kann gerast stórur bæði menniskjaliga og búskaparliga. 

Vit hava annars kanningarstovur, starvsfólk og vitan í Føroyum. Umframt Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, hava eisini privat feløg víst á, at tey eru til reiðar at fremja Covid-19 kanningar av øllum, ið koma til Føroyar, um hetta verður umbiðið. Hví ikki gagnnýta hetta og harvið minka um váðan fyri okkara fólk?

Fyri at fáa lýst málið verða hesir spurningar settir løgmanni sambært §52a í tingskipanini:

1. Hví verða landamørkini latin upp 15. juni uttan at Covid-19 kanna øll, ið koma til Føroyar?

2. Er ætlanin ikki at seta lógarkrav um, at øll sum koma til Føroyar skulu Covid-19 kannast?

3. Um valt verður at kanna øll, ið koma til Føroyar, hvussu skjótt kann hetta vera klárt – og hvussu nógv skulu ferðafólk vænta at rinda fyri tílíka kanning?

4. Hví verður latið upp fyri somu londum sum Danmark – heldur enn at landsstýrið sjálvt tekur støðu til, hvørji lond latið verður upp fyri?

5. Í juni mánaða lata flest øll ES-lond mørkini upp hvør fyri øðrum – ætlar løgmaður, at allir borgarar í ES eisini tá eisini kunnu koma til Føroyar?

6. Hvat hevur løgmaður gjørt fyri at tryggja, at føroyskir myndugleikar sjálvir taka avgerð um, hvørji lond Føroyar lata upp fyri?

Helst eru tað fleiri, ið ynskja svar uppá hesar spurningar, áðrenn landamørkini verða latin upp mánadagin 15. juni, so vónin er, at til ber at fáa svar skjótast tilber.

11. juni 2020

Kristina Háfoss

Løgtingskvinna