Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Korona kanningar - føroyskar havnir

2020-07-29 10:37

Seinastu tímarnir eru 7 útlendsk skip komin at liggja við bryggju í Runavíkar Havn. Vónandi var tað eitt krav frá myndugleikunum á staðnum, at manningarnar á skipunum vóru Korona kannaðir áðrenn skipini fingu loyvi at koma til bryggju, eins og gjørt verður á flogvøllinum og í sambandi við ferðamannaskipini.

Roknast kann við einum samlaðum manninga talið upp í móti 400, og hugsast kann, eins og í Klaksvík at smittuvandi er til staðar.

Tað eigur eftir mínum tykki, ikki at koma fyri, fremmand skip fáa loyvi at koma inn í Føroyskar havnir, uttan at manningarnar eru Korona kannaðar.

Koronafarsóttin er tann mest álvarsama heilsukreppan nakrantíð sigur Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari hjá Heimsheilsustovninum WHO.

https://portal.fo/dagur-31700/-koronafarsottin-er-tann-mest-alvarsama-heilsukreppan-nakrantid.grein

Lasse Klein