
Kopi
2014-06-30 18:35
Kopi umsetti eg til danskt. Lisbeth Zorning sá yrkingina, helt hana vera fantastiska, og spurdi um hon kundi leggja hana á sín vegg. Sjálvandi kundi hon tað. Tað gjørdi hon so bæði á føroyskum og donskum, við viðmerkingini; "Smukt sprog, smukke mennesker". Kopi byrjaði við um man vil vera kopi ella orginal, men fekk ein tvist til sosialan arv.
At vera ella ikki at vera: kopi
vil man vera seg sjálvur -
ella tað sum samfelagsins
trongskygdu karmar vænta-?
Tað avgert tú sjálvur.
Ella gert tú-?
Er sinnið lagt við sínum
forritaðu mynstrum
við títt upphav-?
Tað eru tey ið fingu
møguleikan, høvdu dirvi
at bróta út og so
eru tað hini.