Komunan skal ikki styra barninum
2012-10-29 04:53
Í dag er skipanin í Klaksvík soleiðis, at um tú fært eitt barn inn á ein stovn, so skal barnið verða har til komunan sigur at tíð er at flyta barnið. Eg kann taka tvey dømir úr veruleikanum.
Dømi 1. Familja við tveimum børnum. Børnini eru baði sloppin inn á stovn, men hvør sín stovn.
Familjan vendur sær til komununa og vil hava at børnini sleppa á sama stovn, orsøkin er at gera tað nemmari fyri familjuna, ið skal frá húsum hvønn morgun kl 7:30 í hvør sín enda á byðnum. Men komunan sigur nei, tí at familian av fyrstan tíð hevur sagt ja til hin stovnin
Dømi 2. Familja við tveimum børnum,. Børnini eru baði sloppin inn á stovn, men hvør sín stovn.
Familjan er ónøgd við annan stovnin og er ordiliga glað fyri hin, hon vendur sær til komununa, um at fáa børnini flutt á sama stovn. Men svarið er nei, tí familian av fyrstan tíð hevur sagt ja til hin stovnin
Mamman og pápin vita betur hvat er gott fyri barnið, enn komunan. Komandi 4 árini vil eg arbeiða fyri at familian so vítt møguligt avgerð á hvørjum stovnið teirra børn ganga.
Kristian Joensen
Valevnið hjá Norðoya Sambandsfelag til býráðsvalið í Klaksvíkar kommunu