Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Kommunuvalið er av !

2020-11-12 12:05

Ein innarlig tøkk til hvønn einstakan av tykkum 150 veljarum, sum trúðu uppá meg og settu krossin við mín persón 

Eg fari at siga ØLL, tí ongin skal gloymast. Øll tit sum hava hjálpt til undir valstríðum, tað er fyrst og fremst tykkum at takka, at tað hevur eydnast so væl. Tit øll somul eiga ein serligan part av úrslitinum, eri eyðmjúkur 

Eitt kanónval fyri Javnaðarflokkin og ein veldug áheitan til SSJ. 5776 samlaðar atkvøður. Fólkið hevur valt "býráð fyri borgaran" og givið flokkinum stórt álit. Tað eri eg errin at verða partur av.

1000 takk øll somul.

Eg gjørdist ov stuttur at røkka gáttina. Vit hava flutt okkum á tí lokala økinum og við eitt sindur meira avtrat so vóru tvey umboð herfrá. Eg vóni at tað næstu ferð bragdar 

Tíverri hevur úrslitið við sær, at økið her norði situr uttanfyri tá nýtt skeið byrjar. Til øll tykkum 150 ið vístu mær ábyrgd, so fari eg at gera alt eg kann, at ávirka gongdina rætta vegin. 

Eg vil ynskja nývalda býráðnum hjartaliga tillukku og blíðan byrð í komandi tíðum.

Bergur Robert Dam Jensen

Valevnið hjá Javnaðarflokkinum til býráðsvalið í Havn