Kommunuskúlin í miðbýnum - sjálvandi !

2012-09-14 00:43

Sjálvandi skal Kommunuskúlin framhaldandi húsast í miðbýnum. 

Skúlin hevur røtur 100 ára aftur í tíðina sum miðbýarskúli og hevur øll árini víst á, hvussu umráðandi tað er at menna skúlatilboð við framskygdari hugsan. Kommunuskúlin hevur á sera hegnisligan hátt víst á neyðugar broytingar, so komandi ættarlið fær allar bestu umstøður at mennast, og skúlin flytur seg fram í samsvari við samfelagið annars.

Ein miðbýur uttan ein nýhugsaðan skúla, sum er í brúki allan sólarringin, er óhugsandi. 

Heldur enn at fyrigykla sær alt møguligt annað á økinum har skúlin stendur í dag, eigur ein nýhugsað skúlaloysn at finnast.

Gulu bygningarnir frá 50’unum eiga at verða tiknir niður, og skúli byggjast uppaftur eftir nútíðarleisti. Skúlin er í dag trídeildur, innskúling, miðdeild og framhaldsdeild, tí er skilabest at byggja skúlan uppaftur í trimum eindum.

Á henda hátt ber eisini til at fáa ein hugnaligan skúla, sum rúmar einum stórum tali av næmingum.

Miðbýurin hevur stóran tørv á einum nýhugsaðum skúla, sum umframt skúlatilboð annars, eisini bjóðar frítíðarskúla og annað virksemi aftan á skúlatíð. Harumframt hevur býurin brúk fyri einum felags staði, sum kann fjálga um, tá miðbýarborgarar koma saman.

Vit mugu hjúkla um og fáa lív aftur í miðbýin. Ein miðbýur uttan skúlaungdóm er fátækur!