Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Kommunurnar vilja gera nakað við vantandi fólkavøksturin

2013-09-03 22:10

 <b>Gongdin skal vendast!</b>


Vit hava ein trupulleika í Føroyum. Fráflytingin er stór, talið av ungum minkar, færri børn verða fødd og av tí sama skeiklast fólkasamansetingin. Sostatt skal okkurt gerast fyri at venda gongdini, og tað skal gerast nú. 


“Vit trúgva uppá, at Føroyar eru eitt gott stað at virka og liva. At her er gott at vera og nakað at koma heim aftur til. Vit trúgva upp á, at við fókavøkstri kemur búskaparvøkstur, ein ríkari mentan, trivnaður og ein enn størri atdráttarmegi sum samfelag. Vit trúgva eisini uppá, at okkara útisetar eru ein partur av loysnini, og at tað er her heima, at teir kunnu gera mun.” 


Soleiðis stendur í endamálsorðingini hjá átakinum “Vit velja Føroyar”, sum Kommunusamskipan Føroya og 10 føroyskar vinnufyritøkur hava tikið stig til, og sum fór av bakkastokki á ólavsøku. 

Átakið skal komandi árini vera við til at venda skeivu gongdini og aftur geva føroyingum hug og orsøkir at búgva og virka í Føroyum. Tað er ein sannroynd, at fólkatalið støðugt minkar, og annarhvør føroyingur, sum fer av landinum at lesa, verður verandi uttanlands. Avbjóðingin er stór, men vit vilja vera við til at venda gongdini.

Hetta er millum annað orsøkin til, at kommunurnar saman við 10 størri vinnufyritøkum eru farnar undir átakið “Vit velja Føroyar”.

Vinnulívið merkir beinleiðis avleiðingarnar av fólkaminking, bæði í mun til at fáa skikkaða arbeiðsmegi, at kundarnir fækkast í tali og marknaðurin og keypikraftin minkar.

Tað er ein sannroynd, at annarhvør føroyingur, sum fer av landinum at lesa, verður verandi uttanlands. Hetta er ein stórur missur fyri alt okkara samfelag. Vit gera stórar íløgur í okkara ungu, fyri síðani at missa tey av landinum. Hetta kann einki samfelag liva við í longdini.

Ein partur av átakinum “Vit velja Føroyar” er tí at skapa betri samskifti við tey íð eru ella eru á veg uttanlands í útbúgvingarørindum. Hetta var eisini  endamálið við tí átakinum, sum var á Ólavsøku. Ímillum mongu ólavsøkugestirnar sást eitt toymi av ungum lesandi. 

Endamálið hjá hesum toymi var at byrja eina miðvísa skráseting av útisetum og øðrum, sum ynsktu at móttaka viðkomandi kunning um tiltøk, tilboð v.m.

Útvið 1000 ung lótu seg skráseta á Ólavsøku. Í næstum verður farið undir onnur tiltøk. Næstu stigini verða at luttaka í og skipa fyri tiltøkum uttanlands og í Føroyum, til tess at gera vart við avbjóðingina og skapa eina breiða undirtøku fyri at gera nakað við trupulleikarnar. 

Eisini verður eitt kunningarátak sett í gongd, sum skal lýsa avbjóðingarnar, møguleikarnar og fyrimunirnar við at velja Føroyar. Tað er sera umáðandi, at hesin risa trupulleikin verður tikin í nógv størri álvara enn higartil. 

Í heitinum “Vit velja Føroyar” liggur bæði ein staðfesting og ein áheitan. Tað er ein staðfesting av, at tey, sum hava valt at liva teirra lív í Føroyum, hava fingið arbeiði, hava stovnað fyritøkur og skapt sær fortreytir, hava valt Føroyar. Men tað er samstundis eisini ein áheitan á okkara útisetar og lesandi, sum enn ikki hava valt, ella ivast í hvat tey skulu velja, um at síggja Føroyar sum ein sjálvsagdan møguleika.

Seinasta útisetakanningin staðfesti, at hugurin hjá lesandi uttanfyri ríkið at koma heimaftur er størri, og at hesi í størri mun sakna lívið í Føroyum. Tað gevur okkkum kanska nøkur hugskot til framtíðar tiltøk.

Vit vóna at “Vit velja Føroyar” kann vera við til at fáa okkum sjálvi at broyta hugburð til okkara land og á tann hátt fáa okkara útisetar at síggja Føroyar sum nakað positivt og attraktivt. 


Heðin Mortensen 

Formaður 

Kommunusamskipan Føroya