Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Kommunurnar vilja fegnar lata lágløntum skattalætta

2014-08-06 17:17

Í sambandi við umrøðuna av løgmansrøðuni í løgtinginum seinastu tveir dagarnar, hevur løgmaður, og fleiri tingfólk við honum, róð framundir, at tað eru kommunurnar, sum skulu geva teimum lágløntu skattalætta. Men veruleikin er, at sama løgting als einki hevur gjørt fyri at skapa kommununum møguleikar fyri at geva skattalætta, heldur tvørtur ímóti.

Tað er hugstoytt hjá kommununum áhaldandi at hoyra, at tað eru kommunurnar, sum taka skattin frá teimum lágløntu, pensjónistum, støkum uppihaldarum v.m. , og at tað tískil er kommurnar uppgáva, at veita láglønarbólkum ein lætta.

Veruleikin er at kommunurnar heldur enn fegnar vildu latið hendan lætta, men tað er landið sum má skapa kommununum neyðugu fyritreytirnar. Hetta hava landsins myndugleikar als ikki roynt ella sýnt vilja til. Heldur hinvegin, verður frá landsins síðu áhaldandi máað burtur av fíggjarliga tilverugrundarlagum hjá kommununum.

Bert viljin var til staðar
Í 2012 var munandi skattalætti latin í landsskattinum. Fíggingin av skattalættanum var fingin til vega við eini kollveltandi broyting í skattingini av pensjónum. Frá at skatta pensjónir við útgjald var farið yvir til at skatta pensjónir við inngjaldi. Hetta gav landinum eina meirinntøku á omanfyri 200 mió. kr. sum áleið svaraði til kostnaðin av skattalættanum. Fyri landið var skattalættin sostatt útreiðsluneutralur.

Men samstundis fór eisini fram ein grundleggjandi broyting í mun til inntøkubýtið av pensjónsskattinum. Higartil var skatturin av pensjónum javnt býttur millum land og kommunur, men í sambandi við forskattingina av pensjónum, var politisk avgerð tikin um, at øll inntøkan skuldi fella í landskassan, ímeðan einki kom í kommunukassarnar.

Hevði politiski viljin verið, at kommunurnar kundu latið ein skattalætta, so hevði man bert skula hildið áfram við at býtt inntøkurnar javnt millum land og kommunur. So høvdu kommunurnar kunna latið ein skattalætta á omanfyri 100 mió. kr.

Seinni hevur landið skaffað sær sjálvum munandi inntøkur bæði frá alivinnuni og frá silda- og makrel fiskiskapinum. Hevði politiski viljin verið, at kommunurnar kundu latið ein lætta, so hevði man sjálvsagt bert skulað latið kommununum ein part av hesum inntøkum, men so var ikki. Politiski viljin var, at allar inntøkurnar skuldu koma landskassanum til góðar, hóast tað eru kommunurnar, sum í samband við t.d. alivinnuna skulu liva upp til strong krøv um útlát í firðir, góða vatngóðsku v.m. Við øðrum orðum eru tað kommunurnar, sum skulu skapa og fíggja karmarnar, ímeðan landið tekur sær inntøkurnar.

Samstundis hava serskattaskipanir av ymiskum slag havt við sær, at alsamt færri gjalda kommunuskatt. Vánaligar skattaavtalur við onnur lond hava við sær, at inntøkugrundarlagið hjá kommununum er viknandi. Alt viðurskifti sum kommunurnar ikki hava møguleika fyri at ávirka sjálvar.

Hetta er bert einstøk dømi úr rúgvuni, sum vísa, at landið í sínum fíggjarpolitikki als ikki tekur hædd fyri kommunalum áhugamálum, men bert sættar sær sjálvum.

Í kommununum er viljin til staðar
Kommunurnar vildu heldur enn fegnar latið sínum borgarum ein lætta, men kommunurnar hava bert eittans bein at standa á, nevniliga kommunuskattin. Tá ið landsins politikarar samstundis við síni kassahugsan bert røkja áhugamálini hjá landskassanum, so er lætt at forfjóna fíggjarliga ábyrgdarbýtið millum land og kommunur, og billa almenninginum inn, at tað eru kommunurnar, sum við beráddum huga taka pening frá teimum lægstløntu.

Hjá kommununum skortar ikki vilji at lata lágløntum skattalætta, men viljin at skapa kommununum neyðugu fyritreytirnar tykjast snøgt sagt ikki verða til staðar.

Heðin Mortensen
Formaður
Kommunufelagið