Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Kommunurnar gjalda 25 milliónir fyri øktu fyritíðarpensjónina

Fíggjar- og búskaparpolitikkur - 

Samgongan er óvanliga kreativ, nú hon koppar 25 milliónir krónur yvir á kommunurnar, sum harvið standa eftir við rokningini fyri hækkaðu fyritíðarpensjónina

Nú fíggjarlógaruppskotið fyri 2018 er lagt fram, er 14. september-samgongan heilt óvanliga kreativ í sínum umleggingum, flytingum av upphæddum, útskrivan av rokningum til onnur o.s.fr.

Her er tað allar nýggjasta.

Fyri at fjala veruleikan, eru fyritíðarpensjónir gjørdar skattafríðar. Tað gevur samgonguni sparingar á 40 mió. kr., og tí ber til hjá somu samgongu at keypa sær stuðul við at hækka fyritíðarpensjónir.

Avleiðingina merkja kommunurnar kring landið, tí fíggjarligi kreativiteturin hjá landsstýriskvinnuni ber í sær, at kommunurnar fáa 25 mió. kr. minni inn í skatti!

Kretiviteturin hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum hevur eftir øllum at døma verið neyðugur fyri at fáa meiriluta fyri fíggjarlógini. Men fakta er, at samgongan hevur lumpað Sjálvstýrisflokkin og Sonju Jógvansdóttir, ið hava játtað at bera fíggjarlógaruppskotið ígjøgnum saman við samgonguni.

Sonja Jógvansdóttir segði seg herfyri verja kommunala stjálvstýrið, og formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, sum er borgarstjóri í Klaksvík, er neyvan fegin um at missa pengar av lokala budgettinum í Klaksvík.

At økja fyritíðarpensjónir er gott fyri fyritíðarpensjónistarnar, men at lata øðrum rokningina er ikki í lagi.

Nú er so spurningurin, um borgarstjórar og Sjálvstýrisflokkurin taka undir við hesum kreativu loysnunum hjá landsstýrinum og 14. september-samgonguni.

Bárður S. Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum

RN